Skiparin hjá GÍ er maskinmaður

Fólk kenna hann einamest sum maskinmeistarin á GÍ-miðvøllinum. Sum útbúgvin maskinsmiðjur, skipari og ávegis skipsførarapróvnum, skuldi eisini ligið væl fyri at stýrt GÍ-maskinuni, men fyri Sámal Joensen rúmar lívið eisini so nógv annað enn bara fótbólt

Tilvera

Sámal Joensen var bara 22 ára gamal, tá hann spældi fyrsta landsdystin undir Allani Simonsen. Undan hesum hevði hann í fleiri ár verið dyggur stuðul hjá GÍ, og teir báðar leiklutirnar helt hann fast um fram til 2002. Tá hevði hann spælt 24 landsdystir, og var mest sum púrasta fastur partur av landsliðsmiðvøllinum.

Skipsførari er so mangt
Hóast hann sum 27 ára gamal tá skuldi verið í allar besta fótbóltsaldri, so dróg hugurin til sjógvin hann aðrar leiðir. Hann var longu avlærdur sum maskinsmiðjur, og við góðum kjansi á nótaskipi valdi hann fyri eina tíð sjógvin framum.
Sjógvurin var sum so heldur ikki nakað ónáttúrligt val. Hóast Gøtur eisini eru kendar sum fótbótsstaður burturav, so hevur reiðaravirksemi so avgjørt eisini átt sín leiklut í stoltu handilssiðvenjuni, sum eisini er í bygdunum. Og við giftu inn í eina sjómannafamilju burturav, var hetta kanska enntá sera upplagt.
Og hóast føturnar nú aftur eru á landi – og í fótbóltsstilvum – so hevur sjómanslívið enn sín náttúrliga leiklut. Umframt útbúgvingina sum maskinsmiðjur, so er Sámal eisini skipari, og í løtuni lesur hann til skipsførara. Men tað merkir ikki neyðturvuliga, at framtíðin er á sjónum.
- Eg kann jú altíð fara at sigla. Fótbólt kann eg bara spæla í nøkur fá ár afturat, so tað er ikki víst, at eg aftur fari út við skipi. Útbúgvingin her fevnir eisini um nógv meira enn bara tað at standa á brúnni, so vit fáa at síggja, hvørjum tað fer at enda við.
- Og so telur familjan jú eisini rættiliga nógv. Eg havi konu og tveir synir her heima. Og geri eg av at fara útaftur, so merkir tað jú nógva fráveru í so máta, og tað er eisini nakað, sum skal passa inn. Fyribils er støðan so tann, at eg geri útbúgvingina lidna, og so spæli eg fótbólt við síðuna av, sigur Sámal.

Ræðist ikki sjógvin
Sum tað sæst aðra staðni her á síðunum, so kenna bæði Sámal og konan, Martha, alt til at missa á sjónum. Minningardagur teirra sjólátnu var í vikuni, og her høvdu tey eisini sínu kæru at minnast.
Men hóast minnið nú átta ár seinni stendur sólarklárt, so er tann vanlukkan í sjálvum sær ikki tað, sum Sámal hugsar mest um, tá tosað verður um eina møguliga framtíð á sjónum.
- Vanlukkan rakti okkum sera meint. Tað sigur seg sjálvt. Men eg haldi tó ikki, at hetta hevur havt ávirkan á tey val, sum eg havi tikið síðani. Heldur havi eg onkra tíð merkt, at onnur hava hugsað tann tankan, men tað fái eg sum so ikki brúkt. Eg haldi í øllum førum, at okkara tíð er avmáld, og tað er ikki stóra, sum vit fáa gjørt, tá tann dagurin kemur.
- Og sjálvur havi eg eisini verið nógv á sjónum. Eg var seks mánaðir við skúlaskipi í 1995. Og eg var tvey ár fastur maður á nótaskipi. Hartil havi eg eisini tikið onkra hond við í P/F Tindi, sum verfamiljan rekur, so tað hevur í mangar mátar snarað um sjógvin kortini. Og tað kann væl vera, at tað eisini fer at gera tað í framtíðini, hóast eg enn ikki veit, hvussu hendan framtíð sær út.

Sigur ikki nei til landsliðið
Millum fótbóltsføroyingar vakti tað ans, tá Sámal tók sjólívið fram um fótbóltin. Ikki minst, tí hann – fram til ein skaði fór at arga – var fastur partur av landsliðnum.
Hóast hann nú tykist vera komin upp á mest sum sama støði, sum hann var á fyri fimm árum síðani, so hevur hann enn ikki verið á nøkrum lista, sum landsliðsvenjarin hevur kunngjørt, tá hópurin verður savnaður. Men tað er nú ikki nakað, sum spælarin sjálvur tykist taka sær serligt tikni av.
- Tað skal verða sagt, at fekk eg møguleikan aftur, so hevði eg ikki ivast eina løtu. Men tað eri nú ikki eg sjálvur, sum geri av, hvørt tann kjansurin kemur. Tað er landsliðsvenjarin, sum einsmallur tekur ta avgerðina. Eisini hóast fleiri hava hug at hjálpa honum í hesum.
Men hevur tað so als ikki verið samband millum teg og landsliðsvenjaran í ár?
- Jú. Og tað var kanska eisini nær við fyrr í ár, tá fleiri skaðar argaðu á landsliðnum. Sjálvur var eg tíverri skaddur um sama mundið, og tí fór tann møguleikin fyri skeyti.
Sum 31 ára gamal er kanska eisini ivasamt, hvussu nógvir møguleikar eru eftir í so máta, og tí verður tað kanska bert í felagshøpi, at vit nú koma at síggja Sámal. Og tá sagt verður felagshøpi, so merkir hetta GÍ, slær hann fast.
- Í dag kemur neyvan upp á tal hjá mær at skifta felag. Møguliga kundu praktiskar orsøkir lagað tað so, at gjørdist høgligari at spæla aðrastaðni, men tað hevur so ikki verið talan um. Og nú haldi eg, at eg kann sláa fast, at so leingi, sum eg spæli í fremstu røð, so verður tað í Gøtu, sigur Sámal.