Skiparin sovnaði á brúnni

Arbeiðið at kanna, hví Eysturbúgvin sakk í Vár, er nú liðugt

Hendan eftirgjørda myndin vísir, hvussu skipini stoyttu saman

Skiparin á Vesturbúgvanum var sovnaður. Tað var orsøkin til, at hann sigldi á Eysturbúgvan tann 14. apríl í ár við teirri avleiðing, at Eysturbúgvin sakk. Øll manningin varð bjargað umborð á Vesturbúgvan í øllum góðum. Tað er niðurtøðan hjá skaðanevndini, sum nú er liðug at kanna óhappið.

 

Teir báðir partrolaðu, men í hesum føri sovnaði skiparin á Vesturbúgvanum á brúnni ímeðan teir høvdu kós ímóti Eysturbúgvanum. Hann sovnaði, tí hann var so illa svøvntur orsakað av, at skipið hevði verið á beding, umframt at tey høvdu havt tekniskar trupulleikar. Ein orsøk til at hann ikki hevði fingið nokk av svøvni er mátin, vaktirnar á fiskiskipum verða lagdar.

 

Tá ið skiparin er sovnaður, er hetta at rokna sum at brúgvin er ómannað. Fýra teir seinastu dagarnar upp undir óhappið, hevði hann ikki sovið meiri enn 4,9 tímar av óregluligum svøvni í miðal um samdøgurið. Ein alarmur er á brúnni, sum skal siga frá í førum sum hesum, var vanliga ikki tendraður á Vesturbúgvanum – og tað var hann heldur ikki hesa ferð.

 

Skipararnir á Vesturbúgvanum og Eysturbúgvanum tosaðu ikki saman sum teir plagdu tá ið teir kastaðu, tí skiparin á Vesturbúgvanum svaraði ikki uppkallinum frá skiparanum á Eysturbúgvanum. Men skiparin á Eysturbúgvanum hevði kortini onga grund til at halda, at skiparin á Vesturbúgvanum var sovnaður. Orsøkin kundi verið, at sendararnir stóðu ikki á somu kanal.

 

Skiparin á Eysturbúgvanum hevði nokk at gera tí teir kastaðu og varnaðist ikki, at vandi var á ferð, fyrrenn tað var ov seint. Sjógvur kom inn á verksmiðjudekkið og tískil sakk Eysturbúgvin. Var sjógvurin komin á maskinrúmið, og rúmini beint við, var Eysturbúgvin ikki sokkin. Tað ber ikki til at siga við vissu, hvussu verksmiðjudekkið fyltust við sjógvi, antin vóru hurðar ikki aftur, ella vórðu tað brostnar upp av trýstinum. Ein onnur forkláring kann vera, at skansaklædningurin til fabriksdekkið fór.

 

Hendan eftirgjørda myndin vísir, hvussu skipini stoyttu saman