Skipasmiðjurnar nógvar bíleggingar

Teir sjey mánaðirnar, sum eru farnir av árinum, hava tær norsku skipasmiðjurnar fingið bíleggingar fyri næstan 19 milliardir krónur, og so nógvar bíleggingar hava skipasmiðjurnar ikki fingið, síðani altjóða búskaparkreppan tók seg upp í 2008.

Felagið hjá skipasmiðjunum sigur, at tað eru serliga oljufeløgini, sum ganga undan við íløgum í hesum tíðum, og tí eru tað yvirhøvur skip til frálandavinnuna, sum tær norsku skipasmiðjurnar skulu byggja.

Eitt nú er talan um sokallað ROV-skip, sum arbeiða við fjarstýrdum tólum á stórum dýpi. Hetta eru dýr skip, og í meðal kostar eitt tílíkt skip umleið eina milliard krónur at byggja.

Til tann 25. juli høvdu tær norsku skipasmiðjurnar fingið 45 bíleggingar um nýggj skip fyri tilsamans 18,6 milliardir krónur. Í skipasmiðjufelagnum vænta tey, at bíleggingarnar fara at koma upp á 25 milliardir krónur, áðrenn árið endar.