Endamálið við einum tilfeingisgjaldið er at fiskiflotin skal lagast til fiskatilfeingið.
Tað staðfestir Magni Laksáfos tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Men sum tað sæst í grein á síðu 4 í Sosialinum í dag, vil hann ikki taka undir við ætlanini um tilfeingisskatt, soleiðis sum hon kemur til sjóndar í fíggjarlógini.
- Tað havi eg gjørt vart við í samgonguni og tí varð eg biðin um at koma við einum uppskotið til tilfeingisgjald, sigur Magni Laksáfoss.
Tað hevur hann gjørt. Men hann má eisini ásanna, at tað er ikki tikið til eftirtektar í samgonguni.
Missa 10%
Tað, sum Magni Laksáfoss skjýtur upp, er, at landið letur skipini varðveita 90% av fiskirættindunum á hvørjum ári og at tey seinastu 10% verða inndrigin og kunnu brúkast til at minka um veiðutrýstið ella til at seljast út aftur á uppboðssølu.
- Orsøkin til at alt ikki verður inndrigið á hvørjum ári, er at tryggja ein ávísan kontinuitet í skipanini, soleiðis at reiðarí og fíggjarstovnar hava ein ávísan tryggleika við at varðveita 90 prosent, sigur Magni Laksáfoss.
- Orsøkin til at øll skip ikki varðveita full rættindi í tíggju ár, og síðan missa øll rættindini ísenn tað tíggjunda árið er, at hetta vil skapa ein serstakliga ótrygga støðu tá ið tíðarskeiðið nærkast endanum, leggur hann afturat
Hann sigur, at skipini mugu missa rættindi á hvørjum ári fyri at tryggja at nokk av keyparum er til teir fiskidagar, ið verða lýstir til sølu á hvørjum ári.
- Er ikki nóg mikið av keyparum kann prísurin gerast heilt tilvildarligur.
Hann sigur, at skipanin ger tað samstundis møguligt at stilla veiðitrýstið niður og upp við antin ikki at bjóða øll inndrignu fiskirættindini út aftur ella við at bjóða fleiri enn inndrignu fisirættindini.
Magni Laksáfoss ætlar í hesum sambandi ikki at broyta bólkarnar, men sigur, at dagarnir verða bólkum,
Samstundis skulu ásetingar um stongdar leiðir, meskavídd, húkastødd o.s.fr. heldur ikki broytast.
A og B loyvi
Tingmaðurin sigur, at í hvørjum bólki verður fiskiøkið býtt sundur eftir dygd.
Eitt nú kann Føroya Banki og Norðhavið verða flokkað sum A-øki og onnur øki verða flokkað sum B-øki.
- Tá ber til at bjóða fiskidagar út í A-økjum og B-økjum hvør sær, og uppboðssølan vil tryggja hvør sín prís, alt eftir virðinum á økinum.
- Harvið kann tryggjast, at skipabólkar troyta flest møgulig øki og fiskasløg og ikki einans liggja eftir toskinum, leggur hann afturat
- Á sama hátt verða kvoturnar bjóðaðar út innan hvørt øki sær og innan samsvarandi skipabólkar.
Hann leggur afturat at uppboðssølan eigur at verða skipað soleiðis, at keyparar ikki kunnu halda prísinum niðri við sínámillum avtalum.
Ein møguleiki er eisini, at ein óheftur stovnur eins og Landsbankin, umsitur uppboðssøluna av fiskirættindum.
Fleiri fyrimunir
Magni laksáfoss sigur, at ein slík skipan hevur fleiri fyrimunir.
- Skipanin ger tað møguligt hjá nýggjum at sleppa upp í fiskivinnuna, við tað at fiskirættindi verða boðin út við jøvnum millumbili.
Samstundis fer hetta at minka um yvirkapasitetin, við tað at reiðarí, sum eru effektiv hava betur møguleikar at fáa størri fiskirættindi enn reiðarí, sum eru minni effektiv.
Hann sigur, at ein skipan, sum hendan, tryggjar eisini, at tilfeingisrentan fellur øllum borgarum í landinum til góðar, við tað at reiðarí gjalda fyri fiskirættindini eftir kapitalistiskum prinsippum, har best riknu fyritøkurnar keypa flestu rættindini.
- Skipanin fer eisini at minka um strámannavirksemið, við tað at tilfeingisrentan, sum annars fer til útlendska kapitalin, heldur fer til gjald fyri fiskirættindi.
- Skipanin er ikki heldur ikki í stríð við málið um at inddraga veiðiloyvini í 2018, við tað, at skuldi tað hent at eitt skip ikki fær endurnýggjað sítt veiðiloyvi í 2018, men samstundis hevur fiskidagar, kann reiðaríið selja fiskidagarnar á uppboðssøluni, og verður harvið hildið skaðaleyst, sigur Magni Laksáfoss.