Blákrosskafé'in, sum fyri stuttum broytti navn til Skjólið, bjóðar aftur á ólavsøku í ár fólki inn á gólvið til smurt breyð, lagkøku og annað gott.
Í Skjólinum ber til at keypa sær ein góðan, bíligan bita. Umframt smurt breyð og lagkøku, er eisini kaffi, te, sodavatn og ymiskar kioskvørur at fáa. Fólk kunnu eisini seta seg niður í einum hugnaligum umhvørvi og njóta matin.
Skjólið er í Kongagøtu 8, og er tað sera stutt frá gongugøtuni. Opið er ólavsøkuaftan og ólavsøkudag, báðar dagarnar frá klokkan 15 til 03 um náttina. Klokkan 20 bæði kvøldini verður live-tónleikur við Jákup Lind Dam og øðrum.
Øll eru vælkomin í Skjólið.
Mynd: blakross.fo
(Innsent á [email protected])