Skjálvtin var sum 10.000 Hiroshimabumbur

Vandi er fyri, at flóðaldan í Suðurasia hevur kravt heili 60.000 mannalív, og fleiri milliónir eru vorðin heimleys. Fleiri norðurlendingar eru ímillum tey deyðu

Tað er ikki óhugsandi, at umleið 60.000 fólk lótu lív, tá tann stóra flóðaldan skolaði inn yvir strendurnar í londunum í Suðurasia og Eysturafrika annan jóladag. Alment var talið á deyðum komið upp um 28.000 í gjár, men tíðindi úr India bendu á, at tað endaliga talið kanska verður tvær ferðir so stórt.

Ein talsmaður hjá indisku myndugleikunum segði, at umleið 30.000 fólk á tveimum oyggjum eru ikki komin afturíaftur aftan á flóðalduna. Fimm bygdir á oyggjunum Nikobar og Andaman vórðu heilt einfalt skolaðar burtur, segði talsmaðurin.

Sambært teimum almennu tølunum higartil er Sri Lanka ringast rakt. Har hava myndugleikarnir staðfest, at meiri enn 11.000 fólk eru deyð. Í India er talð farið upp um 7.000, og í Indonesia bera myndugleikarnir ótta fyri, at talið har er uppaftur nógv størri. Jusuf Kalla, varaforseti, segði í gjár, at bara í landspartinum Banda Aceh kunnu upp ímóti 10.000 hava latið lív. Í Teilandi søgdu myndugleikarnir í gjár, at minst 868 fólk eru deyð, men at meiri enn 6.000 eru ikki komin afturíaftur.

Bjargingarlið hava havt ilt við at koma neyðstøddum til hjálpar.Vegir og jarnbreytir eru skolað burtur, og telefonsambandið er farið nógvastaðni. Tí vita myndugleikarnir í fleiri av londunum ikki, hvussu støðan er.

Flóðaldan var so ógvuslig, at í Somalia, sum er 5.000 kilometrar frá jarðskjálvtamiðdeplinum. Har doyðu fleiri hundrað fólk, og fleiri bygdir fram við strondini eru javnaðar við jørðina.


Fleiri norður-
lendingar

Nógv norðurlendsk ferðafólk vóru í londunum í Suðurasia, tá flóðaldan skolaði inn yvir tað lága lendið, og fleiri teirra lótu lív.

Í gjár visti danska uttanríkisráðið at siga, at minst tríggir danir eru deyðir, men at myndugleikarnir bera ótta fyri, at tíggju aðrir hava latið lív. Úr Teilandi varð sagt, at har leitaðu myndugleikarnir eftir umleið 200 dønum, sum eingin hevði frætt frá síðani flóðalduna.

Norska uttanríkisráðð segði í gjár, at minst trettan norðmenn eru deyðir, og at leitað verður eftir fleiri øðrum. Svensku myndugleikarnir vistu í gjár um níggju sviar, sum eru deyðir, men at leitað verður eftir umleið 140 svenskum ferðafólkum. Minst ein finnlendingur er deyður, siga myndugleikarnir í Helsinki.


Sum 10.000
Hiroshima-bumbur

Jarðfrøðingar siga, at vanliga eru slíkir jarðskjálvtar sum tann annan jóladag einar 700 kilometrar undir havbotninum, men at hesin var væl ovari enn so. Skjálvtin gjørdi, at havbotnurin hækkaði tíggju metrar, og tað elvdi til ta stóru flóðalduna, sum var umleið 1.000 kilometrar breið og ferðaðist einar 700 kilometrar um tíman, sigur Erik Schou Jensen á Gerologisk Museum í Danmark við Politiken.

Hann leggur afturat, at megin í sjálvum skjálvtanum og flóðalduni svaraði til einar 10.000 kjarnorkubumbur av tí slagnum, sum amerikanarar sleptu niður yvir Hiroshima í 1945.

Danski jarðfrøðingurin sigur, at tað fara at koma eftirskjálvtar á leiðini, men at teir fara ikki at elva til so ógvusligar flóðaldur sum skjálvtin annan jóladag.