Skjót og hent tíðindi til borgaran

Fyrrapartin í morgun tók Tórshavnar kommuna nýggja heimasíðu í nýtslu.
- Okkara ynski er at hon skal verða góð, hent og greið, verður sagt úr býráðnum.

Tað gingu bert fáir minuttir, frá tí at heimasíðan varð tikin í nýtslu, til hesi tíðindini stóðu á nýggju heimasíðuni.
Klokkan var fáar minuttir yvir 10, tá borgarstjórin, Heðin Mortensen trýsti á knøttin sum setti nýggju heimasíðuna í verk.
Ovastu tíðindini á heimasíðuni júst tá var ein stubbi frá býráðsfundinum í gjárkvøldið. Men hesin varð skjótt avloystur av tí allarnýggjasta “Vælkomin á nýggju heimasíðuna”.
- Vit hava arbeitt við hesi heimasíðuni í longri tí. Nú síggja tit, hvussu skjótt hon kann virka, segði borgarstjórin.
Á heimasíðuni verða upplýsingar um alt tað, sum fer fram í Tórshavnar kommunu. Hetta ger seg ikki minst galdandi eftir kl. 16, tá starvsfólkini fara til hús.
Við nýggju heimasíðuni fer kommunan í roynd og veru at vera opin 24 tímar um samdøgrið allar sjey dagarnar í viku.
- Vit vóna tí, at henda heimasíðan verður til gagn fyri kommununa og fyri brúkaran, sigur Heðin Mortensen.