Skjóta eftir gullinum

Sigrid Vant, Schandorf Vang og Hans Petur Højgaard eru øll á odda í bogaskjóting, áðrenn seinna umfarið í einstaklinga- og liðkappingini verður skotið í dag

Bogaskjóting plagar at vera ein av greinunum, har Føroyar skora eitt sindur av hvørjum. Og tað er avgjørt ikki líkt til, at talan verður um vónbrot í so máta á Rhodos.

Soleiðis liggja tríggir av føroysku skjúttunum til gull, eftir at tey mánadagin skutu á 90 og 70 metra teininum.

Í compound hjá monnum er Schandorf Vang á odda við 623 stigum. Og har hevur Jógvan Niclasen 615 stig. Eitt tal, sum hann helst er misnøgdur um, eftir at hann á keðiligan hátt misti fyrstu tríggjar pílarnar í 90 metrum.

Hjá kvinnunum er Sigrid Vang er á odda við einum stigi, og tað gevur eina samlaða støðu, har føroyska liðið liggur rímiliga væl til gullmerkið.


Recurve-gull

Og hjá recurve-liðnum er møguleiki eisini fyri liðgulli. Her er Hans Petur Højgaard nevnliga komin sera væl avstað við seks stigum niður til næsta mannin. Jógvan hevur her 547 stig, og á fjórða plássinum hevur Absalon Hansen 525 stig.

Hjá kvinnunum er Annika Vang nummar tvey. Her er tó langt lop upp til fremsta skjúttan, ið er ein kvinna av Rhodos.

Í dag skuldi skjótast á 50 og 30 metrum. Her plagar munurin millum ymsu skjúttarnar ikki at vera tann heilt stóri, og tí vóru vónirnar um gull sera góðar mánakvøldið.