Amerikanska løgreglan sigur í kvøld, at ein maður hevur skotið trý fólk á Gardena High School í Los Angeles. Sambært tíðindastovuni AP er byrsumaðurin, sum helst er næmingur á skúlanum, ikki tikin enn.
Ein talsmaður fyri løgregluna í Gardena sigur, at tey trý, sum vórðu rakt av skotum, eru flutt á sjúkrahús. Hann vil ikki siga nakað um, hvussu teimum veit við.
Sambært Los Angeles Times veit løgreglan ikki, hví maðurin skeyt tey trý fólkini.