Myndugleikarnir í amerikanska statinum Alabama vátta nú, at trý fólk eru deyð og tvey onnur illa særd, eftir at ein maður fór at skjóta eftir fólki í býnum Auburn.
Sjónvarpsstøðin WTTVM sigur, at maðurin skjeyt í einum øki, har nógv lesandi við lærda háskúlan í Auburn búgva. Sagt verður, at løgreglan hevur avbyrgt alt økið, men sum skilst er byrsumaðurin ikki tikin enn.
Umleið 53.000 fólk búgva í Auburn, sum er har eysturi í Alabama. Lærdi háskúlin í býnum er ein av teimum stóru við meiri enn 25.000 lesandi og 1.200 starvsfólkum, skrivar AFP.