Skjótt at koma í neyð av útlendingum í Føroyum

Ongin útlendingur skuldi sloppið til Føroyar at arbeitt, fyrrenn fakfeløgini og ALS vóru eftirspurd

 

Útlendsk innrás


? Tað er ørskapur at fáa allar hesar útlendingarnar til Føroyar at arbeiða.

Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag er illa við av tíðindunum í Sosialinum í gjár um allar útlendingarnar, sum vilja sleppa til Føroyar at arbeiða.

Løgreglan í Føroyum sigur, at higartil í ár hava ikki færri enn 400 útlendingar søkt um uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum og so stórt hevur talið ikki verið, síðani tað gekk harðast fyri seg í áttatiárunum.

Her er talan um fólk úr øllum heiminum, eisini úr so fjarskotnum londum sum Teilandi og Filipsoyggjum.

Umframt at øll pappír skulu vera í lagi, skal ein arbeiðsgevari vátta, at hann vil tryggja útlendinginum arbeiði, annars fær hann ikki arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

Men eru allar tær treytirnar gingnar á møti, verður loyvið vanliga latið.

Viðhvørt verða fakfeløgini og ALS biðin um viðmerkingar, men tað er verri enn so altíð.


Ein vanlukka

Ingeborg Vinther heldur, at vit eiga at vera ógvuliga varin, áðrenn vit geva útlendingum loyvi til at koma til Føroyar at arbeiða.

? Eg haldi at tað er ørskapur, tí hvat skulu vit gera við teir, tann dagin, vit hava fingið eina kreppu aftur.

Hon vísur eisini á, at enn er tað eitt ávíst arbeiðsloysi í Føroyum.

?Teir arbeiðsgevarar, sum átaka sær at tryggja útlendingum arbeiði, hava ikki søkt eftir arbeiðsfólki, hvørki í bløðunum, hjá fakfeløgunum, ella hjá ALS.

Hon heldur, at arbeiðsgevarar skuldu ikki sloppið at tikið útendingar í arbeiði, fyrrenn teir høvdu roynt at útvega fólk í Føroyum.

Hon heldur eisini, at útlendingar skuldu ikki fingið loyvi at komið til Føroyar at arbeitt, fyrrenn fakfeløgini og ALS vóru eftirspurd.


25 teilendingar til Suðuroyar

Hon sigur, at Løgreglan í Føroyum hevur bara eina ferð biðið Føroya Arbeiðarafelag um viðmerkingar, tá ið útlendingar hava søkt um uppihalds-og arbeiðsloyvi í Føroyum.

? Tað var herfyri, tá ið vit vóru biðin um viðmerkingar til, at 25 teilendingar hava biðið um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, samstundis sum arbeiðsgevarar á fiskavirkjum í Vági og í Lopra hava váttað at taka teir í arbeiði.

Ingeborg Vinther sigur, at Føroya Arbeiðarafelag hevur mælt frá at geva teimum loyvi at koma til Føroyar, tí tað er arbeiðsloysi í Suðuroynni.

?Vit vita, at tað er arbeiðsloysið í Suðuroynni, ikki minst nú flakavirkið í Hvalba er steðgað. Vit halda, at mangla fiskavirki í Suðuroy arbeiðsfólk, eiga tey, sum eru arbeiðsleys at fáa møguleikan, áðrenn útlendingar verða bidnir um at koma til landið.

? Men sum er, átti tað ikki at verið neyðugt at sent boð eftir útlendingum.

Hon sigur, at tá ið útlendingar koma til Føroyar at arbeiða, krevur tað nógv eyka arbeiði av fakfeløgunum, tí tey verða alla tíðina noydd at fylgja gjølla við.

? Hesi fólkini duga ikki eitt orð av norðurlendskum og tí er altíð vandi fyri, at tey verða útnyttað, so at tey fáa minni løn, enn sáttmálin ásetur, sigur Ingeborg Vinther.

Tí heldur hon, at treytirnar fyri at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða, áttu at verið nógv strangari.