Skjótt finst ein greiða

Eitt mál um atburðin hjá Maurice Ross, venjara hjá TB/FCS/Royn, er á borðinum hjá FSF.

Maurice Ross, venjari hjá TB/FCS/Royn, var alt annað enn nøgdur við dømingina í dystinum á Skála 14. juni, sum endaði við 2-2-javnleiki og tveimum reyðum kortum til TB/FCS/Royn.


Sum in.fo skilti tað, so endaði eitt mál um atburðin hjá Maurice Ross á borðinum hjá kappingarnevndini í FSF. Hetta skuldi ikki vera orsaka av orðunum, hann segði í samrøðu við Kringvarpið eftir dystin, men heldur orðini, ið hann segði við dómaran í dystinum.


Les eisini: Ross kann eisini fáa bann frá FSF


Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini í FSF, váttar fyri in.fo í kvøld, at tað er eitt mál innkomið um Maurice Ross. Hann vil tó ikki vátta, at málið er komið fyri kappingarnevndina enn.


Tí kann staðfestast, at málið í øllum førum er í umsitingini. Róin Schrøter sigur, at greiða væntandi fæst á málinum áðrenn kappingarárið verður tikið uppaftur um smáar tríggjar vikur.