Hondbóltur ? menn
Hetta fram til kappingarársenda eru tað greiðar treytir, sum Neistin má liva við, tá teir fara á vøllin. Fyri at hava nakran møguleika at fanga oddaliðið aftur, skulu restina av dystunum vinnast, so tað var ikki tað stóra at tosa um. Dysturin móti KÍF skuldi vinnast, og í so máta varð setningurin eisini greiddur.
Linligt
Sæð yvir ein kamb, so var dysturin í Vestmanna av tí heldur keðiliga slagnum. Kanska hevði vánaliga veðrið gjørt sítt til at doyva spæligleðina, ella kanska var tað okkurt heilt annað, sum gjørdi sína ávirkan galdandi.
Hvussu var og ikki, so gekk spælið tað mesta av tíðini ógvuliga róliga fyri seg. Hvørgin parturin tóktist hava tann heilt stóra hugin í at leggja alt ov nógv í verjupartin, og hetta gav í stóran mun lætt spæl hjá mótpartinum. Serstakliga høvdu kollfirðingar ilt við at seta seg upp, og sum ikki ein ferð máttu teir líta á, at Óla Christian ikki lat alt ov nógv fara ígjøgnum sínu megin.
At tað óast laka verjuspælið ikki komu fleiri mál í dystinum enn tað sama, komst heilt einfalt av, at eins og liðini ikki nýttu nakra serliga orku í verjuspælinum, so tímdu tey heldur ikki at seta ferðina serliga høgt upp í álopspartinum. Bíðað varð aloftast eftir, at okkurt holið var at skjóta ígjøgnum, og so traðkaðu skjúttarnir á liðunum til, uttan at hetta tó kastaði nakra serliga úrtøku av sær.
Høvdið var ikki við
Uttan at fara at viðgera dystin nærri, so kundi avrikið í Vestmanna bent á, at Neistin eftir ósigrarnar fyri VÍF tykist at hava fingið motivatiónstrupulleikar. Spælararnir vita nú, at hóast teir vinna alt tað, sum eftir er, so er langt ífrá víst, at teir fanga vestmenningarnar aftur, og verður hetta hugburðurin, so kann væl henda, at teir geva VÍF seinasta trumfin, longu áðrenn liðini hittast aftur.
Hinvegin kann eisini hugsast, at dysturin hesa ferð var eitt úrslit av, at Neistin um eina viku skal spæla steypafinalu. Ein dystur, sum væl og virðiliga kann bjarga teimum árið, og sum tískil fyllir meira í hugaheiminum, enn landskappingin ger í løtuni.
Haraftuat so sýndi dysturin eisini, at tað tykist sum um lægru staddu liðini í deildini hava mist alla vón um at basa teimum báðu fremstu. Í øllum førum sýndu kollfirðingar ein sera lítlan vilja at gera nakað við Neistan, hóast teir í dystinum móti VÍF seinast sýndu, at tær væl kunnu gera fortreið, um tað skal vera. Kanska var eisini júst tann ósigurin somikið tungur at svølgja, at tað heldur ikki eydnaðist ta ferðina, og at leikararnir tískil hava mist vónina um, at tað ber til at fáa stig móti teimum stóru.
Kanska vóru tað tó heilt onnur viðurskifti, sum gjørdu, at dysturin bleiv sum hann bleiv, men eftir stendur so undir øllum umstøðum, at Neistin tryggjaði sær enn tvey stig í einum dysti, sum skjótt fer í gloymibókina.
Dysturin í tølum
KÍF-Neistin 22-25 (13-15)
Málskjúttar:
KÍF: Kristjan Madsen 6, Iljan Topic 6, Jákup Dam 4, Regin PEtersen 3, Vagnur Johannesen 2, Durica Tomic 2(1)
Neistin: Heini Joensen 12(7), Jacob Jónsson 3, Karl Oddmar Rasmussen 3, Áki Mørk 3, John Petersen 2, Kári Mortensen 1, Hans Áki Dal-Christiansen 1
Brotskøst: KÍF 2, Neistin 8
Útvísingar: KÍF 2, Neistin 2
Dómarar úr VÍF: Ingi Olsen & Piti Negru. Hildu alla tíðina gott skil á.