Fyrst í mars letur ein nýggj matstova upp í miðbýnum í Havn. Nýggja matstovan hevur navnið “Steikin”, og hon kemur at halda til í Tórsgøtu 11.
Maturin verður serveraður sum buffet, og kemur at hava yvir 20 ymiskar rættir at velja ímillum. Konseptið kann samanberast við donsku matstovuketuna ”Flammen”, sum nógvir føroyingar kenna.
Stigtakararnir til hesa matstovuna eru Ruben Busk, Terji Sørensen og Sigfríður á Plógv Hansen.
Ruben verður kokkur
Høvuðskokkur verður Ruben Busk, sum er kendur av nógvum føroyingum fyri sínar ræstkjøtaburgarar. Men Ruben hevur eisini starvast innan catering í nógv ár, har hann hevur gjørt mat til virkir, jólaborðhald og onnur tiltøk.
- Maturin skal vera tílíkt, sum føroyingar kenna, so sum kjøt, sós, chips, burgarar og líknandi, men hann skal vera á høgum góðskustøði, er einfaldi boðskapurin hjá Ruben Busk.
Teir tríggir stigtakararnir vóna, at matstovan fær góða undirtøku, og at hon gerst enn eitt íkast til matstovuvinnuna í Føroyum.
Spæliland til børn
Steikin raðfestir familjur, sum hava børnini við út at eta. Tí verður har eitt stórt innandura spælipláss á umleið 150 fermetrar í kjallaranum, sum allir gestirnir í matstovuni kunnu brúka ókeypis.
Fyrireikararnir eiga sjálvir børn og meta, at tað manglar ein matstova til familjur.
- Vit kenna kensluna av, at man ikki orkar at vera inni meira við børnunum, men man veit ikki rættuliga, hvar man kann fara við teimum, tí tey larma, sum øll børn jú vanliga gera, sigur Terji Sørensen.
Sigfríður á Plógv er stjóri í Tatanka, sum hevur bjóðað undirhald til børn í skjótt 20 ár. Hann sigur soleiðis:
- Vit hava leingi hoyrt frá nógvum viðskiftafólkum, at tey hava ynski um eitt innandura spæliland, og tí valdu vit at gera hetta nú í sambandi við hesa matstovuna. Vit vóna og vænta, at hetta fer at verða væl móttikið, sigur Sigfríður á Plógv Hansen.