- Hetta er typiskt føroyskt lógarsmíð.
Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, stúrir fyri, at føroyska flaggið enn einaferð fer at enda á gráa listanum á altjóða felagsskapinum, Paris Mou, sum hevur eftirlit við skipum.
Liturin á flagginum hevur stóran týdning fyri flotan, tí tað er ikki so strangt eftirlit við skipum úr londum við hvítum flaggi, sum tað er við skipum úr londum við gráum ella svørtum flaggi.
Tí varð lógin um FAS broytt, so at skip, sum eru eldri enn 20 ár skuldi ikki sleppa í skipania.
Kortini skuldi bera til at gera undantøk.
Og tað er nettupp tað, sum nú hendir, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.
Hann sipar til, at nú er 34 ára gamli Lómur nú er skrásettur í FAS.
- Eg veit ikki, hví Lómur fær undantaksloyvi, men eg haldi, at hetta er ein vandamikil kós.
Páll Hansen stúrir fyri, at hetta verður ein glíðibreyt, sum fer at elva til, at vit enda aftur á gráa lista hjá Paris Mou, áðrenn vit vita av við teimum tvørligheitum, tað førir við sær av øktum eftirliti, at skip verða afturhildin og seinkingum.
Hann heldur, at hetta er typiskt, føroyskt lógarsmíð, vit vit ikki megna at halda fast við lógina, men fara at gjara út við undantaksloysum.
- Tað skulu ongi frávik gerast í FAS, so einfalt er tað, sigur Páll Hansen.
Afturhildin hvørt ár
Tað vanliga hevur verið, at føroysk skip hava verið afturhildin í ymsum havnum
hvørt tað einasta a?r, segði gamli stjórin á Skipaeftirlitinum, Vilhjálmur Gregoriussen, við Mið & Magn nakað síðani.
– Tað er ymiskt, hvussu leingi skip verða afturhildin, men tey sleppa so ikki at loysa aftur, fyrrenn viðurskiftini, sum eru orsøkin til, at skipið er afturhildið, eru rættað.
- Tað kann vera alt fra? einum degi, til nakrar dagar, men i? allarringasta føri hava skip verið afturhildin ma?naðir.
Gamli stjo?rin i? Skipaeftirlitinum segði, at hetta kostar sja?lvandi bæði ti?ð og pengar, og ti? er tað stak o?heppið fyri skipsraksturin.
Sja?lvur staðfesti hann, at tað hevur sto?ran ty?dning, at føroyski flotin eru a? hvi?talista.
– Bara skip, sum eru skra?sett undir einum flaggi a? hvi?talista hava møguleika at koma i? „low risk“ bo?lkin og tey eru ikki so oftani fyri eftirliti, sum hini. Tað kunnu ganga heilt upp i? try? a?r i?millum, at „low risk“ skip verða kannað, ta? ið tey koma i? havn.
Hinvegin kunnu „high risk“ skip vænta at verða kannað ha?lva hvørt a?r.
– Tað er rættiliga ti?ðarkrevjandi at fa?a eftirlitið umborð, fyri ikki at tala um, vissi øll viðurskifti ikki eru i? lagi og skipið verður afturhildið.
Stjo?rin a? Skipaeftirlitinum sigur eisini, at skip við hvi?tum flaggi hava uttan iva størri marknaðarvirði i? sambandi við sølu ella chartur enn onnur skip.
- Tað ny?ggjasta, vit si?ggja, er, at tryggingarfeløgini eisini eru farin at a?seta gjøldini eftir hvørjum lista skipini á, segði Vilhjálmur Gregoriussen.
Ongin vandi fyri flagginum
- Tað er ongin vandi fyri, at føroysk flaggi endar aftur á gráa lista av hesi orsøk.
Tað staðfestir Tommy Petersen, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sum eisini umsitur FAS.
Hann ivast ikki í, at formaðurin í Maskinmeistarafelagnum og FAS eru líka eymir um hvíta flaggi og hava sama áhugamál í at varðveita føroyska flaggið á hvítalista.
Men Tommy Petersen sær ongan vanda í, at enda á gráa lista fyri tað um ávís skip, sum eru eldri enn 20 ár, sleppa upp í FAS, so leingi umsóknirnar um undantøk verða umsitin so varliga og nágreiniliga, sum tey verða og sum politiski myndugleikin vil hava.
Strangast í verðini
Tommy Petersen sigur, at tað var FAS, sum tók stig til at fáa politiska myndugleikan at áseta aldursmark fyri, hvussu gomul skip kunnu sleppa upp í FAS.
- Eg veit ikki um nakra aðra skipaskráseting, sum hevur heimild at nokta at taka skip upp og í so máta hava vit ógvuliga strangar reglar, sigur Tommy Petersen.
Hinvegin heldur hann eisini, at tað er rætt at hava eitt undantak.
Politiski myndugleikin vildi hava undantaksloyvi í FAS fyri at loyva føroyskum feløgum, sum vildu endurnýggja flotan, uttan tó at keypa nýggj skip, upp í FAS.
- Men politiski myndugleikin vildi eisini, at tað skuldi bera til at fáa eldri skip í FAS, um so var, at tað yngdi flotan.
Tað var eisini eitt politiskt ynski um, at felag, sum eru í eini tilgongd, har flotin verður endurnýggjaður, skulu sleppa upp í FAS, hóast tey eisini hava eldri skip.
Tommy Petersen tekur undir við hesum undantøkum og hann leggur dent á, at undantaksregulin verður umsitin við størsta varsemi.
Skip, sum eru ofta kannað og afturhildin, og sum sostatt hevur eina vánaliga søgu, sleppa ikki upp í FAS, leggur hann afturat.
Hann sigur, at á FAS eru tey fullgreið yvir, hvussu stóran týdning, tað hevur at varðveita FAS á høgum støði.
- Vit eru eitt lítið flagg við fáum skipum, og hvørja ferð, eitt av okkara skipum verður afturhildið, telur tað lútfasliga nógv meiri enn tað ger, tá ið eitt skip úr einum stórum landi, verður afturhildið.
- Tí brúka vit nógva tíð upp á at tosa við reiðarar um ábøtur og tað kemur eisini fyri, at vit áleggja reiðarum at gera ábøtur og enntá hava vit lagt skip, sigur Tommy Petersen