Skjótt verður nýggi skúlin vígdur

- Eg eri errin av skúlanum, og tað gleðir meg, at vit nú kunnu bjóða okkara næmingum og lærarum hesar rúmligu og snotuligu karmar, sigur Gerhard Lognberg.

- Vit høvdu ein ótíðarhóskandi skúla, og tí er tað ein ógvuliga stórur lætti, at vit nú høvdu fíggjarligar umstøður at fremja okkara skúlaverkætlan. Eg eri errin av skúlanum, og tað gleðir meg almikið, at vit nú kunnu bjóða okkara næmingum og lærarum hesar rúmligu, flottu og snotuligu karmar at virka undir.

 

Tað sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu, nú tað stundar til, at hátíðarhald verður í Skopun, har nýggi skúlin verður vígdur.

 

- Hetta eru karmar, sum hava staðið óbrúktir og óinnrættaðir, tá kommunan enn var tyngd av skuld. Nú vit eru niðan fyri eina álíkning, og øll útlit eru góð, var høvi at taka upp aftur arbeiðið at gera skúlan lidnan.

 

Borgarstjórin vísir á, at í nýggja skúlanum eru tríggjar stórar skúlastovur á stívliga 60 fermetrar hvør. Her er vátrúm á umleið 40 fermetrar, lærarastova við wc, skrivstova til skúlaleiðara, wc til gentur og dreingir, og her er wc við brúsu til avlamin.

 

- Í nýggja partinum er eisini innilokaði ”skúlagarðurin”, sum er einar 300 fermetrar stórur og kann brúkast til mangt og hvat eftir skúlatíð.

 

Gerhard Lognberg sigur, at gamli parturin av skúlanum eisini er umbygdur, soleiðis at her er komin nýggj smíðstova, dupultur køkur til undirvísing við kantinu, bókasavnið er umbygt, og heilsufrøðingurin hevur fingið egna skrivstovu.

 

- Vit hava keypt nýtt innbúgv, og skúlastovurnar hava fingið nútímans elektroniskar talvur. Nú skúlin stendur liðugur, hoyrir tað eisini við til søguna, at íløgan er goldin yvir raksturin hjá kommununi.

 

Borgarstjórin leggur aftrat, at túnið uttan fyri skúlan er steinsett, og allur skúlin verður nú klæddur við timbri.

 

- Nógvir arbeiðstakarar hava verið við í skúlaverkætlanini frá byrjan til enda, og tað er Sp/f Drangberg í Skopun, sum hava gjørt timburarbeiðið, síðan farið varð undir at gera skúlan lidnan, sigur Gerhard Lognberg.