Skjóta fyrsta skotið mánadagin

Hetta verður ein varði í søguni hjá norðoyingum

Nú verður farið undir arbeiðið at gera Viðareiðistunnilin.

Landsverk sigur í morgun, at mánadagin klokkan 14 verður fyrsta skotið latið av.

Hetta verður hvannasundsmegin beint við smiðjuna hjá Landsverki, har eitt lítið, men alment hátíðarhald verður í sambandi við hendingina.

 

Tað var í februar í ár, at sáttmáli um at gera tunnilin  um nýggju farleiðina til Landsverk og Samtakið Articon & norska LNS, skrivaðu undir sáttmálan um Viðareiðistunnilin

Og nú er so klárt at fara undir sjálvt arbeiðið.

 

Landsverk sigur, at nýggja farleiðin skal tryggja eina hóskandi farleið til Viðareiðis.

 

Á vegnum sum er, eru trupulleikar við grót- og skriðulopum, umframt at stórur partur av vegnum er einbreytaður. 

 

Verkætlanin fevnir um ein 1.939 metrar langan tvíbreytaðan tunnil úr Hvannasundi til Undir Fossinum, Inni í Dølum.

- Í Hvannasundi verður nýggjur vegur gjørdur til tunnilsmunnan og nýggjur vegur verður eisini gjørdur úr Middali til og við Skúvadalsleiti, haðani vegurin sum nú er, tað eru 1400 metrar, verður breiðkaður inn til Viðareiðis.

- Tilfarið úr tunlinum verður brúkt til tilkoyringarvegirnar, og loypir nakað av, verður tað lagt í grótbrotið viðareiðismegin, har tað verður til taks hjá kommununi.