Skjótt verður nýggj matstova á Mølini í Skálavík

- Vit hava bert 10 kømur, og tí valdu vit bestu dygd til kømrini, sum ikki standa aftan fyri tey á nýggjastu hotellunum í Føroyum, sigur Martin Karl Olsen.

 

Fýra ættarlið hava búleikast á Mølini í Skálavík, og fyrstur var langabbi Biritu Dalsgaard Olsen, sum í dag eigur Mølina saman við manni sínum, Martini Karl Olsen.

 

Langabbin var Valdemar Dalsgaard, sum bygdi hús og handil í 1889. Í 1930 tóku synir hansara, Viggo og Hans, yvir, og teir vóru saman um virksemið fram til 1950, tá Hans flutti til Havnar.  

Árini frá 1950, og til hann doyði í 1987, stóð Viggo Dalsgaard fyri rakstrinum av virkseminum, og síðan rak sonurin, Bjarni Dalsgaard, Mølina fram til 2017, tá núverandi eigarar tóku yvir.

 

Meðan Hans framvegis var saman við Viggo um virksemið, bygdi hann síni sethús upp í handilin.   

 

Tað er hesin parturin, ið nú er dagførdur uttan og verður gjørdur klárur til nýggja matstovu, sum letur upp tíðliga í summar. Tað er soleiðis sethúsini hjá Hans, sum tey nú umbyggja til matstovu, har pláss verður fyri 22-24 fólkum til borðs í senn. Her fara tey at bjóða fleiri rættaðar matarskráir, har høvi verður at velja forrættir, høvuðsrættir og desertir.   

 

Alt, sum er á gomlu og hugnaligu kafé’ini, heldur fram sum higartil, og her verða burgarar, pitabreyð, góða suppan, tertir og mangt annað. Skeinking verður á báðum støðum, og her verða eisini góðar vínmenu’ir afturvið matinum á matstovuni.  

Hjúnini, Birita og Martin Karl, eru sera spent til nýggju matstovuna, og her hugsa tey sær, at til ber at hava tvær borðreiðingar seinnapartar og um kvøldarnar, tá eftirspurningurin er størstur. 

 

10 spildurnýggj kømur

Á Mølini hava tey eisini gisting, 10 spildurnýggj hotelkømur, sum eru á umleið 22 fermetrar hvørt kamar, øll við dupultsong, brúsu og wc. Innasta kamarið í nýggja bygninginum er eitt familjukamar, sum umframt at hava eina dupultsong eisini hevur koyggjur og lítlan køk.

 

- Vit hava valt onga eyka uppreiðing at hava í kømrunum. Í staðin er eina sofa til trý fólk umframt stólur. Soleiðis hava kømrini heldur eina lítla stovu enn eyka uppreiðing. Her hava vit hugsað, at um tvey pør leiga hvør sítt kamar á Mølini, skulu tey kunna sita inni hjá hvørjum øðrum, meðan tey búgva her. 

 

Leigar eitt par við barni seg inn, kann barnið sova hjá foreldrunum, tí sengurnar eru bæði góðar og breiðar.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin at gista hjá okkum, sigur Martin Karl Olsen.

 

Hann vísir á, at bæði kømur, sengur, wc og brúsa eru úr bestu dygd. - Vit hava bert 10 kømur, og tí valdu vit tað besta til kømrini, sum ikki standa aftan fyri kømrini á nýggjastu hotellunum í Føroyum, sigur Martin Karl, sum er sannførdur um, at kømrini í Skálavík eru tey bestu í Føroyum.

 

Á Mølini bjóða tey morgunmat til tey, sum gista og til almenningin annars, men tað er einki krav, at gistandi eisini skulu eta á Mølini. Hetta er bara ein møguleiki, tey bjóða. Í hárárstíðini er morgunmatur á Mølini hvønn morgun millum klokkan 09 og 11.  

 

Bókingar streyma inn 

 

Longu nú er rættilig gongd komin í bókingarnar til gisting á Mølini í summar, og her eru tey sera spent eftir, hvussu komandi tíðin fer at vignast.

 

Tey høvdu væl av gisting í fjør summar, og alt bendir á, at gistingarnar verða nógv fleiri í ár, nú koronuavmarkingarnar eru burtur. Martin Karl Olsen sigur, at tað kann vera skilagott at spyrja seg fyri í góðari tíð um gisting, serliga tá fólk hugsa um ávísar dagar ella vikuskifti í summar.   

 

- Tá mest var á gera í fjør summar, vóru dagarnir langir, og her vóru upp í sjey fólk til arbeiðis á kafé’ini. Fólk, sum hava fyrispurningar um mat ella gisting, kunnu ringja á tlf. 508311. Caféin á Mølini er eisini á Facebook, sigur Martin Karl Olsen.

 

##med2##

 

Kømrini á Mølini standa ikki aftan fyri kømrini á nýggjastu hotellunum í Føroyum.