Áskoðari deyður í Fraklandi

Ein norðurírskur áskoðari, sum var farin til Fraklands at stuðla landsliðnum, er deyður. Tað skrivar BBC í morgun.

 

24 ára gamli Darren Rodgers datt fleiri metrar niður á eina ”steinstrond” í Nice. Løgreglan sigur, at einki bendir á, at talan er um annað enn eitt óhapp, tí norðurírski áskoðarin var eftir øllum at døma einsamallur, tá hann datt.

 

EM endaspælið í Fraklandi hevur verið nógv ávirkað av, at áskoðarar ikki duga at uppføra seg. Serliga í suðurfranska havnabýnum, Marseille, hevur verið órógv millum enskar, russiskar og lokalar hooligans.

 

UEFA hevur nú ávarað bæði Ongland og Russland, at heldur ófriðurin fram, so verða londini send heim frá EM endaspælarinum. Tað hevur fingið enska landsliðsvenjarn og liðskiparan at heita á viðhaldsfólkini, um at uppføra seg pent í samband við dystin móti Wales, ið er komandi mótstøðuliðið.