Bilarnir sum vórðu ummældir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum mikudagin 30. januar vóru Skoda Fabia Combi Sport við 1,4 litra bensinmotori við 86 hk, og Saab 9-3 Sport Sedan við við 175 hk.
Fyrri bilurin, sum varð royndarkoyrdur, var Skoda Fabia Combi Sport, sum júst nú er komin á marknaðin sum stationcar. Talan er um ein praktiskan bil, sum er ein tann størsti í sínum klassa. Viðførisrúmið er 430 litrar.
Tann royndarkoyrdi Fabia Sport Combi kostar kr. 205.750, og hevði 1,4 litra bensinmotor við 86 hk. Fabia fæst eisini við bæði minni og størri bensinmotorum sum t.d. 1,2 við 60 ella 70 hk, 1,6 við 105 hk og trimum dieselmotorum: 1.4 TDI við 70 ella 80 hk og 1.9 TDI við 105 hk. Tann størsti hevur hevur dieselpartikulfiltur sum standard. Fabial fæst í hesum útgávum: Classic, Ambiente, Sport og Elegance.
Fabia hava nógvar innbygdar trygdarskipanir sum standard sum t.d. ESP og airbag framman, í síðunum og gardinairbag.
Skoda Fabia Combi kann síggjast og roynast hjá Norðbil við Oyggjarvegin. Prísirnir byrja við kr. ???
Saab 9-3
Seinni bilurin varð Saab 9-3 Sport Sedan 2,0 turbo við 175 hk. Saab 9-3 hevur fingið eina sonevnda facelift. Bilurin er dagførdur við meira markantum designi og betri koyrieginleikum.
Nýggja modellið er eyðkent av t.d. størri kølaragittari og rammum rundan um tokulyktirnar. Aftan eru eisini nakrar designbroytingar, eins og desinið sum heild er broytt.
Saab 9-3 hevur hópin av innbygdum trygdarskipanum og er ein av heimsins tryggastu bilum. Bilurin fekk gullmedalju frá "Insurance Institute for Highway Safety” í fjør, sum er hægsta viðurkenning fyri trygd í USA.
Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, kostar kr. 362.400. Hann var sera væl útgjørdur við t.d. leðurkabinu, klimaanleggi, ferðpiloti og BOSE-anleggi.
Saab 9-3 kann síggjast og roynast hjá Auto Service. Bilurin fæst í nógvum ymiskum útgávum og kann bíleggjast eftir egnum ynski. Tann biligasti kostar 280.000 krónur.