Fyrsti dysturin í Fløtugerði í ár verður seinnapartin, tá ið HB verður gestur hjá ÍF.
Í fjør gekk tað syndarliga illa hjá ÍF. Næstsíðsta leygardag vann ÍF 2-1 á Skála, og ÍF venjarin Hans Jørgen Djurhuus hevur gott mót um, at tað skal fara at eydnast at vinna dystir í Fløtugerði.
-Í fjør fingu vit seks stig tilsaman, og undan HB dystinum hava vit trý stig. Liðið, sum vit nú hava, er væl betri, enn liðið var í fjør. Tað sást á Skála, og tað vóna vit aftur fer at síggjast ídag. Í fjør høvdu vit ongan rættiligan álopsspælara. Nú hava vit fingið Uros Stojanov, og á Skála sóu vit, at hann hevur dygdirnar, sum skulu til hjá spælara, um skorar nógv mál. Filip Djordjevic megnar væl at halda upp á bóltin frammarlaga á vøllinum, og tað hevur eisini stóran týdning. Allir spælararnir eru væl fyri, so vit hava gott mót.
HB á heimavølli er onnur uppgáva?
-Tað verður øðrvísi avbjóðing, sum vit hava fyrireikað okkum væl til. Tað ræður um at hava sjálvsálit og tora at bjóða seg fram at vinna, sigur ÍF venjarin.
Pól Jákup Lundsbjerg er einasti ÍF spælarin, sum er skaddur.
ÍF hevur seinnu árini ofta vunnið góð úrslit á heimavølli ímóti HB, sum í fjør vann 2-0 og 5-1 í Fuglafirði.
Í Gundadali ímóti EB/Streymi gekk tað striltið hjá HB at vinna seg til upplagdar málmøguleikar, hóast HB hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini. Adrian Justinussen skoraði einasta málið við rimmar frísparki, og ivaleyst verður Adrian við fríspørkum og langskotum aftur í dag vandamikla vápnið hjá HB.
-Hugburðurin var góður ímóti EB/Streymi, men vit megnaðu ikki at skora í opnum spæli, hóast vit høvdu fleiri góðar støður. Tað ræður um at vísa tol og at halda fram við at spæla sum eitt lið. So fara málini at koma. Ímóti EB/Streymi var tað í seinna hálvleiki soleiðis, at spælararnir royndu ov nógv sjálvir í staðin fyri at varðveita bóltin á liðnum og harvið at møða mótstøðumenninar. Tað skulu vit vera betri til ímóti ÍF, sigur HB venjarin Jens Beretil Askou.
HB saknar langtíðarskaddu spælararnar – Jógvan Róa Davidsen, Hørð Askham, Trónd Jensen og Teit Jacobsen.