Freistin at viðmerkja byggisamtykt er í morgin

- Seinasti dagur at gera viðmerkingar til broytingina í serstøku byggisamtyktini er fríggjadagin 27. februar, og tað er í morgin

Tað var hin 12. januar, at Skopunar kommuna boðaði frá um broyting í almennu byggisamtyktini.

 

Broytingin, sum talan er um, snýr seg um nýggju útstykkingina hjá kommununi á Hestheiðum.

 

- Tilfar, sum lýsir uppskotið um serstaka byggisamtykt fyri øki B2:  Sethúsaøki, liggur frammi á kommunuskrivstovuni.

 

Í Skopunar kommunu vísa tey á, at nú nærkast freistin at koma við viðmerkingum endanum. 

 

- Seinasti dagur at gera viðmerkingar til broytingina er fríggjadagin 27. februar, og tað er í morgin.

 

Lagt verður aftrat, at kommunuskrivstovan í Skopun er opin frá klokkan 9-13, mánadag til fríggjadag.