- Í samband við, at ein stór partvís sólarmyrking verður í Føroyum hin 12. august, har umleið 91 prosent av sólini verður fjald, hava vit keypt brillur til íbúgvar í kommununi.
Tað siga tey í Skopunar kommunu.
Lagt verður aftrat, at brillurnar, sum verða latnar borgarunum ókeypis, kunnu heintast á kommunuskrivstovuni í Skopun frá 10. august klokkan 9.
- Um sólarmyrking er at siga, at hetta er eitt náttúrufyribrigdi, har mánin kemur millum jørðina og sólina og forðar fyri ljósinum, siga tey í Skopunar kommunu.
Fyrrapartin í dag høvdu vit ein greinastubba úr Skálavík, har kommunan boðar frá, at tey eisini hava keypt brillur til borgararnar í sínari kommunu.
Lesið eisini: Kommuna letur borgarum brillur til sólarmyrking
https://www.in.fo/news-detail/kommuna-letur-borgarum-brillur-til-solarmyrking










