Fólkatalið í Skopun er nú farið niður um 500. 1. januar búðu 465 fólk í bygdini, sambært Hagstovuni.
Hetta merkir millum annað, at bara fimm og ikki sjey fólk skulu veljast í kommunustýrið.
Eisini merkir tað, at lønin hjá borgarstjóranum minkar í hvussu er við smáum 2000 krónum, og eftirlønin hvørvur.