Tríggir dystir í næstbestu fótbóltsdeildini vóru seinnapartin.
07 Vestur hevði í Sørvági vitjan av teimum næstbestu hjá HB, sum fóru suður aftur við 8-3 tapi. Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur nú er einsamalt oddalið – trý stig frammanfyri EB/Streym sum ikki spældi í dag.
Holgar Durhuus og Sørin Nielsen vóru tvífaldir málskjúttar hjá heimaliðnum. Hini málini skoraðu Petur G. Dalbø, Gunleif Magnusarson, Jákup Sveinbjørn Olsen og Martin Tausen. Rói av Fløtum javnaði til 1-1. Í steðginum var 4-1, og Jónathan Hayfield minkaði um munin til 6-2. Síðsta HB málið var sjálvmál.
Higartil hevur tað verið eitt sindur striltið hjá næstbesta Vikinga liðnum, men í dag hefti ikki fyri. Víkingur var á Argjum, og heimaliðið legði rygg til 6-0 tap, sum ber við sær, at Víkingur lyfti seg fram á sætta pláss, meðan AB er aftast.
Hálvleiksstøðan var 4-0. Tey bæði málini í seinna hálvleiki skoraði Ási Rasmussen. Í fyrra hálvleiki skoraðu Hjalti Strømsten, Sorin Anghel og Hans Jákup Lervig, sum skoraði tvær ferðir.
Hóast B71 legði seg framum í fyrra hálvleiki við máli, sum Sverri Dalsgaard skoraði, so hevði NSÍ 3-1 sigur norður um aftur við sær. B71 gjørdi sjálvmál stutt eftir steðgin, og síðani skoraðu Aron Knudsen og Hans Marius Davidsen. Við sigrinum varðveitir NSÍ fimta plássið, og B71 er framvegis undir strikuni.
KÍ-Giza Hoyvík og FC Suðuroy-EB/Streymur eru útsettir orsaka av, at Giza Hoyvík spældi fjórðingsfinalu í steypakappingini í dag, og tí EB/Streymur skal spæla fjórðingsfinalu í Runavík í morgin.