Meðan Allan Simonsen á grasvøllinum hirsaði við spælarunum løgdu teir báðir B36 menninir, liðformaðurin á landsliðnum, Jens Kristian Hansen, og Pól Thorsteinsson lítið fyri. Teir hava báðir verið plágaðir av skaðum ? Jens Kristian er framvegis eymur í tánni, og Pól Thorsteinsson hevur trupulleikar við hælsinuni.
Men teir rokna báðir við at vera tøkir seinnapartin í dag, og teir eru samdir í, at í fjør vóru bæði dysturin í Vilnius og tann á Svangaskarði móti Kekkia strævnari, enn dysturin móti Skotlandi í Aberdeen var.
? Eg kann ikki minnast, at eg havi verið við í so strævnum fótbóltsdysti sum honum, tá vit fingu 0-0 í Litava. Vit vóru undir einum øgiligum trýsti, og tað stóð við alla tíðina, minnist Pól Thorsteinsson aftur á, og Jens Kristian heldur við honum og leggur afturat:
? Uppgávan móti Kekkia á Svangaskarði var eisini kravmikil. Teir høvdu bóltin nógv mesta partin av tíðini, og tað er strevið at renna aftaná bóltinum og sjáldan sjálvur at vera við til at gera av, hvussu ferðin skal vera í spælinum. Soleiðis upplivdi eg tað móti Kekkia, men hetta var ikki soleiðis móti skotum. Teir spæla nógvar høgar bóltar, og tá vóru nógvir steðgir, og í 2. hálvleiki høvdu vit ofta bóltin, og tí kendist tað hópin lættari.
Teir báðir halda eisini, at fyritreytirnar eru væl betri í dag, enn tær vóru í Aberdeen:
? Ta ferðina høvdu vit, sum sagt, spælt eina sera strævnan dyst fýra dagar frammanundan, og so skal eisini leggjast afturat, at vit høvdu ferðast til Litava, vit høvdu verið í Litava í fleiri dagar, har vit høvdu búð og vant undir øðrum umstøðum, enn teimum, sum vit eru vanir við, og so høvdu vit ferðast til Aberdeen. Hetta kostaði alt kreftir og orku, so í so máta áttu vit at verið betri fyri nú, er boðið hjá Pól Thorsteinsson og Jens Kristian Hansen.
Hesin seinni er ikki bangin fyri, at tað skal ganga, sum tað gekk í fyrstu royndini móti Skotlandi, sum var í 1994, tá Føroyar í Glasgow taptu 5-1:
? Ta ferðina var liðið hjá okkum ikki samanspælt. Nú hava vit spælt ofta saman, og vit eru væl skipaðir og vita um allar avtalur. Eg kvígi ikki fyri, at vit fara at tapa stórt, og sum sagt, so kann tað væl fara at vera, at úrslitið verður heilt gott.