Skotar vunnu stórt á føroyska U-18 kvinnulandsliðnum

Skotsku genturnar skoraðu heili átta ferðir ímóti føroyska U-18 landsliðnum

Stefan í Skorini


Føroyska U-18 kvinnulandsliðið spældi mikudagin sín næsta dyst í EM-minikappingini. Fyrra dystin taptu tær 5-0 ímóti Sveis, og mikukvøldið taptu tær heili 8-0 fyri Skotlandi.

Álvur Hansen, venjari hjá føroyska liðnum, sigur, at skotarnir ikki vóru so nógv betri enn tær sveisisku genturnar, men at tær vóru eitt sindur kvikari. Eisini fór føroyska liðið eitt sindur longri fram á vøllin ímóti Skotlandi, enn tær gjørdu ímóti Sveis. Skotska liðið loyvdi tí føroyska liðnum meira enn Sveis, og hetta fekk eisini føroysku leikararnar at royna seg frammi á vøllinum, men hetta varð revsað í hinum endanum.

Føroyska liðið hevði eisini fleiri royndir á málið, nakað sum tær ikki høvdu ímóti Sveis.

Støðan var 3-0 við steðgin, men í seinna hálvleiki var títtari millum málini, og tey raplaðu inn aftanfyri føroyska málverjan.

Skotland kom framum longu tá ið tveir minuttir vórðu leiktir, og var tað Donna James, sum skeyt tað málið. Hon gjørdi heili fýra mál í dystinum og er nú toppskjútti í kappingini.

Í hinum dystinum mikudagin spældu Sveis og Ukreina, og tað endaði við at Sveis vann dystin 2-0, eftir at tær høvdu verið frammanfyri 1-0 við steðgin.

Sveis er nú væl fyri at vinna bólkin, og javnleikur ímóti Skotlandi er nóg mikið at gerast fremst.


Skotland ? Føroyar 8-0 (3-0)

2.: 1-0 Donna James

28.: 2-0 Karen Penglase

37.: 3-0 Donna James

48.: 4-0 Lyn Cullen

54.: 5-0 Donna James

63.: 6-0 Donna James

76.: 7-0 Lyn Cullen

83.: 8-0 Rachel Hamill


Føroyska liðið: Anna Kristian Joensen ? Maria Schantz Johnsson, Elsebeth Hansen, Annelisa Justesen, Fríða Petersen(48.Rósmari Haraldsen), Maibritt Olsen, Anna Berg Danielsen, Súsanna Maria Hansen(58.Elin Kathrina Haraldsen), Una Olsen, Heidi Jacobsen(87.Elin Sunnfríð Højsted), Fríðgerð í Soylu.

Gult kort: Annelisa Justesen.


Ukreina ? Sveis 0-2 (0-1)

24.: 1-0 Selina Zumbuehl

66.: 2-0 Selina Zumbuehl

Gult kort: Maryna Masalska, Ukreina og Manuela Zuercher, Sveis

Reytt kort: Alina Gorobets, Ukreina.

Støðan í bólkinum:

Sveis 2 2 0 0 7-0 6

Skotland 2 1 0 1 9-2 3

Ukreina 2 1 0 1 2-3 3

Føroyar 2 0 0 2 13-0 0