KÍ-NSÍ
Upptakt
Higartil í ár hevur NSÍ verið eitt av heilt fáu feløgunum, sum ikki hevur havt útlendingar á liðnum. Men nú eru ætlanir um, at ein skoti skal hjálpa teimum í Runavík at skjóta mál.
Í fyrradagin kom 24 ára gamli Martin Glancy til Runavíkar. Hann hevur spælt í Chystel FC í næstbestu skotsku deildini. Hetta er felag tætt við Inverness.
Næstbesta skotska deildin fer nú í summarfrí. Jens Martin Knudsen kennir skotan, sum kanska verður liðfelagið hjá Jens Martini og teimum. Sambært Ísak Mikladal, FSF aðalskrivara, var spæliloyvið ikki komið upp á pláss í gjáramorgunin.
? Vit hava ongan sáttmála gjørt, og tað er greitt, at nýggi maðurin fer ikki at spæla við í Klaksvík sunnudagin. Hann skal fyrst vísa undir venjing og kanska í 2. deild, hvør dugur er í honum.
Hetta sigur Hans Petur Ellingsgaard úr leiðslubólkinum hjá NSÍ. Fleiri feløg hava brent seg av royndum við útlendingum, og tað ætlar NSÍ at byrgja uppfyri skal koma fyri hjá teimum.
Christian Høgni Jacobsen noyddist mikukvøldið í Miðvági út, tá tíggju minuttir vóru spældir. Ein vøddaskaði í lærinum spøkti, men teir rokna við, at landsliðsmaðurin verður við ímóti KÍ.
Sjúrður Jacobsen og Ian Højgaard, sum vóru leikbannaðir í Miðvági, eru tøkir aftur.
Fýra burturi
Í Klaksvík rokna teir ikki við, at Ove Nysted verður við. Knæskaðin, sum hann fekk í steypadystinum ímóti NSÍ sunnudagin, ger, at hann skal binda frið í eina viku afturat. Fríðin Ziskason hevur ikki vant í vikuni, og tað er ivasamt, um hann verður við.
Brøðurnir Jan og Allan Joensen skuldu fyrstu ferð venja í gjárkvøldið. Teir eru svornir Liverpool viðhaldsmann. Teir hava saman við trimum øðrum klaksvíkingum verið í Týskalandi og hugt at UEFA Cup finaluni, og eftir Liverpool sigurin er lagið sjálvandi gott. Joensen brøðurnir eru báðir lyklaspælarar hjá KÍ, og teir verða báðir á liðnum imóti NSÍ.
Fyrra semifinalan ímillum hesi bæði liðini í Klaksvík síðsta sunnudag endaði 1?1.