Skotin spælari til HM

Í farnu viku var Salvador Cabanas skotin í einum vertshúsum í Mexico býi. Cabanas var leingi undir skurði, men tað eydnaðist ikki skurðlæknunum at taka burtur kúglina í høvdinum hjá Cabanas. Salvador Cabanas lá uttan vit teir fyrstu dagarnar, men hann er nú komin so frægt fyri seg, at hann kann flyta bæði armar og bein, og hann hevur prátað við bæði læknar og skyldfólk. Paraguay er eitt av teimum 32 londunum, sum hava spælt seg í HM-endaspælið í Suður-Afrika, og tað fyllir nógv í hugaheiminum hjá Salvador Cabanas. - Hann hugsar nógv um HM. Hann hevur tosað við læknan um tað, og tað er gott. Tað motiverar Salvador. Honum leigist eftir at sleppa at venja aftur, sigur Michel Bauer, sum er forseti í tí meksikanska felagnum hjá Salvador Cabanas, America við meksikanskar fjølmiðlar.