Svenska løgreglan er í dag farin vælmannað út til stóru handilsmiðstøðina Emporia í Malmø eftir fráboðanir um skjótarí.
Tað skrivar fleiri svenskir miðlar – teirra millum SVT.
Svenska blaðið Sydsvenskan skrivar, at tvær kvinnur eru særdar. TAð er ikki alment váttað.
Jimmy Modin, sum er talsmaður hjá løgregluni, váttar fyri blaðnum Sydsvenskan, at talan hevur verið um skottilburð.
– Vit eru á staðnum við nógvari orku, og vit hava avbyrgt økið.
Við blaðið Expressen sigur hann, at hann ikki hevur upplýsingar um tey, sum hava fingið skaða.
Ein ónevndur persónur við handilsmiðstøðina sigur sambært Sydsvenskan:
– Fleiri grátandi fólk siga, at tey hava hoyrt skot.
Løgreglan hevur klokkan 17 givið nærri upplýsingar um skottilburðin. Tað er ikki greitt, hvør hevur latið skotini av.
Svenska sjónvarpsstøðin TV4 Nyheterna skrivar, at fólk í handilsmiðstøðini siga, at tey hava hoyrt eini 20 skot, og at fólk eru flýdd í panikki.
Løgreglan fekk boðini um skot klokkan 17:07 lokala tíð. Ein tíma seinni er tokferðslan í økinum við handilsmiðstøðina steðgað, sigur Jimmy Modin við Expressen, har hann eisini svarar uppá, um nakar er handtikin:
– Eingin er tikin í málinum mær vitandi, sigur hann við blaðið fyri løtu síðani.
Løgeglan heitir á fólk, sum hava verið við handilshúsi og hava sæð eitthvørt, um at seta seg í samband við løgreglnuna.
Emporia er ein av størstu handilsmiðstøðum í Skandinavia. Sambært heimasíðuni hevur tað 168 handlar og matstovur.
Í danska handilshúsinum Field's í Keypmannahavn drap ein maður 3. juli trý fólk við skotum. Onnur sjey fólk vórðu særd.
/ritzau/
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##