Skottland borgar fyri góðsku

Føroyingum nýtast ikki at fara til Grikkalands, Italia ella Egyptalands fyri at skoða spennandi søguligar bygningar. Ein túrur til Skottlands røkkur langt í so máta, og væl tað. Sosialurin hevur verið á ferð í Skottlandi

– 1. partur Aftaná áralangan steðg ber nú aftur til hjá føroyingum at fara við Norrønu á bilferiu í Skottlandi. Scrabster kann kanska tykjast at verða eitt troystarleyst pláss at koma til, men hetta havnaannleggið er portrið til eina stóra og ríka verð. Fysiski portalurin, um ein vil til tað náttúruvakra og stórsligna Skottland. Føgru og fjølbroyttu náttúru Skottlands fara vit at nema við í einum øðrum parti. Hesuferð ætli eg mær at fara eftir skotsku søguslóðini, sum er sera drúgv og áhugaverd. Skuldi ein nomið við alla spennandi - og mangan blóðigu – søgu Skottlands hevði tað tikið fleiri bind av bókum. Men tað liggur ræðið fyri hjá føroyska ferðamanninum at uppliva spennandi tættir av skotsku søguna. Tað, sum er mest hugtakandi við skotsku søguni, er, hvussu væl hon er varðveitt gjøgnum mongu søguligu bygningsverkini og toftirnar, sum eru kring alt landið. Tó nýtist einum ikki at koyra Skottland tunt fyri at skoða prýðiligar borgir. Ikki so fáar av teimum finnast í Norður-Skottlandi, og kunnu røkkast uttan ein alt ov drúgføran biltúr. Borgin við vakra urtagarðinum Á eysturstrondini ávegis úr Scrabster til Inverness, 8 kilometrar sunnanfyri fiskiplássið, Brora, ber til at vitja Dunrobin Castle. Henda borgin er ikki bara eitt prýðiligt bygningsverk, men hevur eisini ein so undurvakran urtagarð, at føroysk urtagarðsfólk hava valt at leggja leiðina framvið Dunrobin Castle í summar. Elsti parturin av borgini er frá 13. øld, men gjøgnum øldirnar er bygt uppí borgina. Nógvar uppíbyggingar vóru gjørdar um hálvu 19. øld, og tað eru ófatuliga nógv rúm í borgini. Við sínum 189 rúmum er Dunrobin Castle størsta “heimið” í skotska hálendinum. Tí talan er um eitt veruligt heim. Burtursæð frá einum stuttum tíðarskeiði, tá Dunrobin Castle var ein dreingja-kostskúli, so hevur borgin verið heimið hjá Sutherland-jallunum og avkomi teirra. Tann vitjandi sleppur ikki at vitja øll rúmini í Dunrobin Castle, men ein farleið er avmerkt til tey vitjandi, har tey ganga inn í fleiri rúm, sum boða frá ymiskum tíðarskeiðum í søguni, bæði søguni hjá Sutherland-ættini, og søgu Skottlands. Har ber til at síggja størri og smærri lutir, enntá amboð hjá einum sløkkiliði, sum hevði heimstað í Dunrobin Castle. Men eisini lutir frá kvinnum og børnum, sum hava havt Dunrobin Castle, sum sítt heim kunnu skoðast á forvitnisligu ferðini. Heimið hjá drottningamammuni Um ein koyrir eitt sindur meir enn ein hálvan tíma úr Thurso ber til at vitja borgina hjá ensku drotningamóðurini. Enska drotningamamman, sum eisini æt Elizabeth livdi frá 1900 til 2002, og var hon 101 ára gomul tá hon andaðist. Hon var góð við skotska hálandið, og var hon ofta í Castle of Mey, sum liggur 9 kilometrar vestanfyri bygdina John O´Groats. Í góðum veðri síggjast Orknoyggjarnar frá Castle of Mey. Drottningamóðurin hevði borgina, sum sín bústað frá august til oktober, líka frá 1955 og fram til 2001, tá hon vitjaði á seinasta sinni. Tann vitjandi verður leiddur gjøgnum borgina av tilkomnum kvinnum, sum hava arbeitt hjá gomlu drotningini. Á ferðini gjøgnum borgina kunnu myndir, málningar og lutir síggjast, sum boða frá kongaligu søgu Bretlands og Europa. Men har eru eisini “vanligar” myndir og lutir at skoða, sum boða frá, at hin gamla var líkatil og beint fram, júst sum nógv vanlig fólk. Bókahillurnar hjá henni vóru áhugaverdar í so máta. Kryddið er tó tá gomlu starvsfólkini hjá henni greiða livandi frá hvussu hon bjargaði Castle of Mey frá at fara í hundarnar, og hvussu nógv drottningamamman arbeiddi fyri einum lønandi landbúnaði í nærøkinum í Caithness. Castle of Mey varð bygt í 16. øld. Skamt frá borgini er ein vitjunnarmiðstøð, har skreytlutir og vistfrøðiligar framleiðslur kunnu keypast, her er talan um ein sera snotuligan timburbygning. Blóðborgin við Loch Ness Ikki sleppur ein undan at nevna, at søga Skottlands ofta hevur verið fongd av blóðigum bardøgum. Millum Inverness og Fort William sæst sjón fyri søgn. Har síggjast stórslignu toftirnar av Urquhart Castle. Toftirnar eru, sum uppliving ein ferfaldur Kirkjubømúrur, men størsta upplivingin á staðnum, er lutvíst eitt nútíðarkonsept. Skamt frá Urquhart Castle liggur mest snotiligi bygningur, sum undirritaði hevur sæð verða bygdan til rúgvisferðamannavinnu (massaturismu). The Urquhart Visitor Centre bjóðar umstøður og sølubúðir, sum siga “Spar Es”. Besta trekkið hjá teimum, sum varða av borgini er ein filmssýning uppá 8 minuttir. Í 8 minuttir verður ein rúnabundin av søguni hjá Urquhart Castle. Søgumenn og filmsframleiðar hava megnað at kóka allar blóðsdroparnir, ið hava runnið eftir borgarveggunum niður til eina borðbara súpan. Tá filmsfrásøgnin er liðug fer hvíta tjaldið upp, gardinurnar verða trektar frá, og sum eina opinbering sær ein Urquhart Castle gjøgnum stóru vindeyguni. Væl frágingið, og aftaná fer ferðafólkið oman til borgina fyri at merkja blóðigu søguna frá 5. øld, og fram til 1692 tá Wilhelmistisku protestantarnir brendu borgina niður, so hon ikki skuldi falla í hendurnar á jakobitisku katolikkunum. Sigast má, at hesar toftirnar eru gagnnýttar. Prýðiliga heimið við Nairn Nógvir føroyingar kenna Nairn frá stóru strondini, sum er beint við húsvagnaøkið, sum er millum ferðamálini, sum Smyril Line bjóðar. Filmslistamaðurin, Charles Chaplin, ferðaðist eisini nógv í Nairn. 8 kilometrar sunnanfyri Nairn liggur borgin, ið nevnist Cawdor Castle. Her er talan um borg, sum er eisini er eitt ógvuliga stílfult heim hjá einari tilkomnari aðalskvinnu. Aðalskvinnan ger tó nógv við, at tey mongu ferðandi, sum gjalda atgongumerki fyri at vitja borgina - sum er bygd í 15. øld – sleppa at vitja heim hennara, júst sum hon húsast í tí. Tey sjónleikaáhugaðu fáa eisini ein eyka ágóða av at vitja Cawdor Castle. Kendi leikurin hjá William Shakespeare “Macbeth” var skrivaður í 1606, og verður søgnin um Macbeth ofta sett í samband við økið kring Cawdor Castle. Eins og Dunrobin Castle hevur hendan borgin ein urtagarð, sum er sera torførur at lýsa við orðum. Føroyska ferðakvinnan má sjálv standa har, og skoða og anga tann dýrdarvakra vøkstur, ið er at skoða í hesum urtagarðinum. Tað eru sjálvsagt aðrar borgir og toftir ein kann vitja, men við hesum fýra er ein dekkaður inn við bæði tí dramatiska, blóðiga, vakra og heimliga. Høvi býðst at fara við Norrønu í juni, juli og august. Um nakar verjir borg, so eru tað skotar!