Skoubo-fitness - ein øðrvísi fyritøka

Alt virksemið hjá Skoubo-fitness gongur yvir netið, og tískil kann eigarin av fyritøkuni í Danmark, Sólbjørg Skoubo, eisini fegnast um at hava hjálpt nógvum óførum kvinnum, bæði í Føroyum, Grønlandi, Noregi og aðrastaðni.

 

- Úrslitini halda ikki longri, enn fólk vilja tað sjálvi, og tí er tað so týdningarmikið, at lívsstílsbroytingin er haldbar, sigur Sólbjørg Skoubo, sum eigur og rekur Skoubo-fitness.

Hon eitur Sólbjørg Skoubo, og hon er føroyskt, men býr í Danmark. Hon eigur og rekur fyritøkuna, Skoubo-fitness. Men, hetta er ikki ein fysisk venjingarstøð, tí føroyska kvinna er tað, tey rópa online-venjari.

- Mín mál er at hjálpa so mongum kvinnum sum gjørligt til bestu útgávu av teimum sjálvum. Eg eri útbúgvin persónligur venjari og kostvegleiðari, og eri í løtuni í holt við eina útbúgving sum matráðgevi - ella matmentor.

Sólbjørg Skoubo hevur altíð havt stóran áhuga fyri kosti, venjing og heilsu, og hon hevur sjálv verið aktiv í ítrótti, eitt nú við rógving og styrkivenjing.

 

Tók 15 kilo uppá 

Men, einaferð kom hon í eitt tíðarskeið í lívinum, har hon ikki fekk vant orsakað av skaða, og hetta gekk rættiliga út yvir hennara motivatión. 

- Hesa tíðina át eg ikki serliga heilsugott. Eg vandi ikki, men dámdi væl veitslur. Hetta endaði við, at eg, sum tíðin leið, hevði tikið 15 kilo uppá. Eg kendi meg illa til passar í mínum egna kroppi, og mær dámdi ikki serliga væl at ganga í teimum klæðum, eg var von við. Eg kendi ikki mín egna kropp aftur. 

Sólbjørg Skoubo vísir á, at hon á ein ella annan hátt føldi seg eitt sindur fangaða og livdi ein lívsstíl, sum á ongan hátt gagnaði sær ella sínari heilsu.

- Tað var pínufult fyri meg at vera í hesi støðu, og eg var fullvís í, at her skuldi ein broyting til. Eg vildi gjarna føla meg, sum bestu útgávu av mær sjálvari. Eg vildi røkka mínum fulla potentiali og kensluni av gleði, orku, yvirskoti og sjálvsáliti. 

 

##med2##

Hon var sannførd um, at lívsstílurin var skeivur og mátti broytast.

- Venjing og heilsugóður kostur gjørdist aftur ein partur av mínum gerandisdegi, og hetta hevur veruliga broytt mítt lív. 

Sólbjørg Skoubo vísir á, at í dag vigar hon 15 kilo minni, enn hon gjørdi, tá hon gavst at venja og eta heilsugott, og nú følir hon, at hon aftur hevur rokkið øllum tí, hon ynskti. 

- Nú havi eg aftur ein lívsstíl, sum ger meg glaða, og eg arbeiði hvønn dag við at vera besta útgáva av mær sjálvari, sigur hon. 

 

Hjálpir kvinnum

Tað, sum Sólbjørg Skoubo er mest takksom fyri, er, at hon í dag livir av at hjálpa øðrum kvinnum við at røkka somu málum, sum hon hevur rokkið.

- Eg byrjaði mína fyritøku - Skoubo-fitness - í juni 2020, har eg longu nú havi hjálpt í hundraðatali av kvinnum at røkka sínum málum og dreymum - at gerast besta útgáva av teimum sjálvum. 

Hon vísir á, at Skoubo-fitness síðan byrjan hevur ment seg frá at vera ein einmansfyritøka, har hon var einsamøll, til í dag at vera eitt team við sjey kvinnum - allar við ymiskum royndum, útbúgvingum og bakgrund.

- Vit dekka økini føðsla og heilsa, heilsufremjan og psykologi, ítrótt, ymiska venjing, kostvegleiðing og skjótt eisini matráðgeving - ella matmentor - sum tað eisini verður rópt. 

Sólbjørg Skoubo fegnast um, at hennara viðskiftafólk altíð eru í góðum og tryggum hondum.

- Tað ger meg bæði glaða og stolta at vita, at vit hava so mong eygu, hendur og førleikar til at hjálpa øðrum kvinnum í strembanini eftir at gerast tað besta av teimum sjálvum, sigur hon.

 

Ein nýggjur lívsstílur

Hvat krevur hetta so av kvinnunum og viðskiftafólkunum hjá Skoubo-fitness?

- Tað er ymiskt frá viðskiftafólki til viðskiftafólk, hvat hetta krevur av hvørjum einstøkum, og tí er tað eisini ymiskt, hvussu vit hjálpa hesum kvinnum fram á leið. Fyri nakrar merkir tað, at tær skulu tapa seg, og hjá øðrum arbeiða vit við matvanum og kroppinum.

Sólbjørg Skoubo sigur, at felags fyri øll viðskiftafólk er, at tey verða eggjað til at velja sær ein øðrvísi lívsstíl við rutinum og vanum, sum stuðla og gagna teimum og teirra heilsu.

- Vit leggja stóran dent á, at fólk eru fegin um teir vanar og rutinur, sum vit eggja teimum til, og at tey hava hug at halda fram við hesum - eisini eftir, at tey eru leys av okkum.

Hon sigur, at endamálið er at skapa eina lívsstílsbroyting, sum er haldbar, og sum fólk kunnu halda viðlíka.

- Úrslitini halda ikki longri, enn fólk vilja tað sjálvi, og tí er tað so týdningarmikið, at lívsstílsbroytingin er haldbar. 

Skoubo-fitness ikki trýr upp á nakað “quick fix”, sum hon rópar tað.

- Hjá okkum verður eingin matur forboðin. Vit ganga høgt upp í hvørt einstakt viðskiftafólk - hvat hesi dáma at eta, hvørjar aktivitetir tey tíma, hvussu teirra gerandisdagur og lívsstílur er, og síðan finna vit saman út av nøkrum smáum tillagingum, sum í síðsta enda geva stór úrslit.

Sólbjørg Skoubo vísir á, at alt virksemið hjá Skoubo-fitness gongur yvir netið, og tískil kann fyritøkan eisini fegnast um at hava hjálpt nógvum óførum kvinnum bæði í Føroyum, Grønlandi, Noregi og aðrastaðni.

Meira um virksemið og úrslit hjá Skoubo-fitness kann lesast á heimasíðuni – www.skoubo-fitness.dk

 

- Úrslitini halda ikki longri, enn fólk vilja tað sjálvi, og tí er tað so týdningarmikið, at lívsstílsbroytingin er haldbar, sigur Sólbjørg Skoubo, sum eigur og rekur Skoubo-fitness.

- Hesa tíðina át eg ikki serliga heilsugott, og eg vandi heldur ikki.