Skoytubreytin í Klaksvík letur upp

Í morgin letur hon upp

Um vikuskifti hevur verið spulað og fryst, spulað og fryst. Nú er skoytubreytin í Klaksvík klár, og latið verður upp í morgin, 30. november, klokkan 15.00.

 

– Ymiskar betringar eru gjørdar við undirlagnum, kringumstøður eru betraðar og seinni í ár verður ein skúrur afturat, ið ger umklæðingarumstøðurnar enn betri. Tað, sum eisini er øðrvísi í ár er, at handlar er fluttir inn í kjallarin á Biskupstorgi, ið eisini skapar hugna í miðbýnum, sigur Klaksvíkar kommuna.

 

 

Soleiðis er skoytubreytin opin:

 

Gerandisdagar: kl.15.00 til - 21.00 

 

Leygardag: kl. 10.00 til 21.00

 

Sunnudag: kl. 15.00 til 20.00

 

 

– Eins og hini árini kunnu umstøðurnar at skoyta ávirkast av veður og vind, tí verða tað eisini dagar í vetur, har neyðugt verður at steingja skoytubreytina. Tí heitir kommunan á øll, um at fylgja við á facebook síðuni: Skoytubreytin í Klaksvík. Á síðuni ber til at kunna seg um upplatingartíðir og um annað virksemi, sum viðvíkur økinum við skoytubreytina.