Ískoytisútbúgving bert fyri summi!

Føroya Pedagogfelag hevur í skrivi í dag, víst á at missmunin sum nú er á mllum lærarar og námsfrøðingar við ískoytisútbúgvingna BA, sum er á Fróðskaparsetri Føroya. Felagið sigur m.a soleiðis “Kommunurnar halda ikki orð og svíkja starvsfólk í sambandi við førleikamenning. Námsfrøðingar mugu sjálvir gjalda fyri ískoytisútbúgving, meðan Mentamálaráðið rindar fyri lærarar”. Eg má siga beinavegin, at eg eri púra samdur við Føroya Pedagogfelag og hetta er ólíkarættur sum virkuliga vil nakað.
Lat meg siga beinavegin, at eg havi fyri langari tíð síðani, víst á at tað skal vera líkarættur millum lærarar og námsfrøðingar viðv. stuðul til ískoytislestnaðin á Fróðskaparsetrinum til BA.
Hetta er púra burturvið og skomm fyri kommunur og KAF, at so er. Men sjálvsagt eru allar kommunur ikki líka væl fyri fíggjarliga, sum felagið eisini vísur til. Men tær stóru kommunurnar, eitt nú Tórshavnar kommuna, burdi jú ynskt, at teirra námsfrøðingar eru fakliga væl fyri.
Eg eri púra samdur við Maud Wang Hansen, forkvinnu hjá Føroya Pedagogfelag, sum vísur júst til hetta.
Spennandi er at vita hvat nevndin í KAF siga til hettar og um tey gera nakað við hesa fakligu diskriminering, sum byrjar nú mánadagin á setrinum. Har 12 lærarar fáa goldið sítt, meðan námsfrøðingar sjálvir skulu gjalda hettar er langt úti.
Eg havi so mína støðu og hon krevur ein meirluta bæði kommunalt og frá KAF.
Kanska onkur nú vaknar, nú tá ið kommunuvalið stundar til?
Eg skal líka leggja aftrat at saman er galdandi fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sum eisni gjalda sjálvir gjalda fyri BA. Hví henda missmun?????? Eg fari tí sum býráðslimur heita á borgarstjóarn í Tórshavnar kommunu, sum eisini er formaður í KAF, at taka henda spurningin upp beinavegin og loysa hann.
Sí skriv frá Føroya Pedagogfelag , aktuelt.fo/grein/kommunur_svikja_starvsfolk
www.levimork.com