Skræpan hjá Jákupi Magnussen

– Tað er óhoyrt og ó­aks­ep­tab­ult, at vit skulu tving­ast til at gjalda 3.700 krónur um ár­ið fyri hasa skræpuna, sum Kring­­varpið sendir.

Hesi »vísu« orð eru søgd av tings­ins røðarapalli av harra Bill Just­in­us­sen, løg­ting­s­­manni Mið­floks­ins. Hann held­ur, at ser­liga send­ing­ar­nar hjá Ják­up Mag­n­us­sen eru tann reina skræpa, tí støð­ið er so lágt. Hans­ara send­ing­ar eru nið­ur­brót­andi og oyð­i­leggj­andi, held­ur mið­floks­ting­mað­ur­in.
Tá Rás2 spurdi hann týs­dag­in, um einki er gott, sum Kring­varpið sendir, so var tað tó tað.

– Tað er ikki BARA skræpa, sum Kring­varp­ið send­­ir, men ser­liga send­ing­ar hjá Ják­upi Magn­us­sen, Fólksins Rødd og ung­dóms­send­ing­ar­nar, segði hann.

Ting­maðurin heldur, at har er so nógv lætt­i­sopp­a­til­­far, fólk brúka so ljótan munn, tik­ið verð­ur í­móti øll­­um tíð­ar­ráki utt­aní­frá, sum er nið­ur­brót­andi fyri før­­oyska ment­an og alt tað góða, sum Kring­varp­ið ann­ars hev­ur bygt upp.
Bill Just­in­us­sen ber sam­an fíggj­ar­ætl­an­ina hjá Kring­varp­­­i­num upp á 60 mill­i­ón­ir og so ta lítlu upp­hædd­ina, sum Rás­2 verð­ur rik­in fyri.

– Rás2 hev­ur bara ein tíggj­und­a­­part av tí, sum Kring­varp­ið hev­ur, men tann mun­ur­in sæst ikki aft­ur í til­far­i­num, ið sent verð­ur, held­ur Bill Just­in­us­sen.

Hetta eru hørð orð av ein­um tingmanni at nýta um navn­giv­in starvs­fólk í Kring­varp­i­num, at skíra alt hansara avrik fyri skræpu! »Skræpa« merkir sam­bært orðabókini »tunt skarn«, ella »leyst lív«. Tá held­ur hann ikki lítið um seg sjálv­an. Hetta má vera eitt mál, ið fak­fel­ag­ið, Føroysk Miðla­fólk, tek­ur upp.

Vit kunnu so bara stað­festa, at gott er, at øll ikki eru sum Bill – og fegn­ast um, at fólk eisini eru sum til døm­is Jákup Magn­us­sen, tí tá fáa vit eitt litfagrari sam­felag.
Spen­nandi verð­ur at hoyra »skræpu-pan­­el­­ið« (alt­so sam­­­bært Bill) hjá Ják­­upi Magn­us­­­sen fríggj­a­­dag­­­in klokk­an 17...