-Skal tað vera nøkur oljuvinna í Føroyum, og vit skulu hava eina útgerðarhavn her, so eigur hon at verða á Sundi. Sund er sum skræddaraseymað til eina oljuútgerðarhavn. Hetta sigur ?the grand old man? í føroyskum vinnulívi, Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, nú tað er komið undir land við eini avtalu millum Skipasmiðjuna í Tórshavnar Kommunu øðrumegin og Skipasmiðjuna og skotsku fyritøkuna ASCo hinumegin.
Poul Mohr, sum í dag stendur á odda fyri eini av landsins størstu fyritøkuni, ætlar sær at vera við í eini komandi oljuútviklingi, og hann dylur ikkki fyri, at júst arbeiðsøkið hjá Skipasmiðjuni er tætt tengt at eini slíkari vinnu. Tað var eisini við eini oljuvinnu í huga, at hann fyri nøkrum árum síðani keypti tann risastóra goymslubygningin hjá Fiskasøluni á Sandvíkahjalla. Hann heldur sjálvur, at eisini bygningurin er sum skræddaraseymaður til at veita tænastur til eina útgerðarhavn.
Poul Mohr er væl kunnugur við ætlanina hjá tvøramonnum og AP Møller at gera eina útgerðarhavn á Drelnesi. Hann ivast ikki í, at Sund er rætta plássið og ætlar sær ikki at gevast á hondum fyri tað, um aðrir arbeiða við líknandi ætlanum aðrastaðni.
Skilji suðringar
-Eg skilji væl suðringar, at teir vilja hava slíkt virksemi har í oynni eisini, men vit kunnu ikki bara standa og hyggja at, meðan ein oljuvinna nærkast okkum. Tá hugsað verður um gongdina í fiskivinnuni, so er greitt, at vit, sum reka skipasmiðju, mugu eisini ganga nýggjar leiðir, tí tað fer at vera ein spurningur, um nóg mikið verður at gera - og ein útgerðarhavn á Sundi hóskar tí væl inn í okkara virksemi, ikki minst , tá hugsað verður um, at stóri goymslubygningurin á Sandvíkahjalla er sum skræddaraseymaður til júst hetta endamál.
-Men hevur hetta ikki eisini nakað at gera við, at vinnulívsmaðurin, Poul Mohr fær ongantíð nokk.
-Avgjørt ikki. Eg havi fingið ríkiligt sjálvur. Men tað koma onnur eftir meg. Og virksemið skal halda fram. Skal fólkið í miðstaðarøkinum liva, so má her eisini vera nakað av arbeiði. Vit kunnu ikki øll liva av at klippa hvør øðrum sigur Poul Mohr, sum eisini leggur stóran dent á, at íløgan longu er gjørd á Sundi, og at ein stórur goymslubygningur stendur og bíðar á Sandvíkahjalla.
-Men skilir tú ikki eisini suðringar, at teir, nú fiskivinnan ikki gevur nokk av arbeiði av sær, eisini vilja vera við í oljuvinnuni og troyta júst henda møguleikan?
-Eg skilji teir væl. Men hetta er eitt vandamál, sum er um allan heim. Líkamikið hvat tú ger, so flytur fólk har, sum nógv fólk er.
Poul Mohr sigur, at Skipasmiðjan hevur longu lagt so nógva orku í hetta málið, at hann kann ikki taka seg aftur nú. M.a. er gjørt avtala við skotska felagið ASCo um samstarv.
-Hvat nú um politikararnir koma uppí og gera av, at Sund ikki skal brúkast til oljuendamál. Teir hava áður sett forðingar í vegin fyri at brúka Sund til fiskivinnuendamál?
-Verður hetta gjørt, so verður ein noyddur at taka tað til eftirtektar, men so skulu teir eisini vita, at tað tá er teirra ábyrgd. Poul Mohr vísir á, at teir hava gjørt íløgur á Skála, sum eisini koma fara at fáa ágóðan av hesum útvikling-inum. Hann vísir á týdningin, at hetta liggur í miðstaðarøkinum, og at fólk kunnu arbeiða her, sum búgva aðrastaðni.
Poul Mohr heldur sjálvur, at alt hetta økið við Havnini, Sundi, Skálafjørðinum og nú eisini Kollafirði er sera væl egnað til at taka ímóti eini komandi oljuvinnu.
Hann vísir á, at nú liggur ein íløga á Sundi fyri meira enn 50 mill. kr. og tað vildi verið spell ikki at brúkt hana, nú brúk verður fyri eini útgerðarhavn. -Vit sleppa undan at gera stórar íløgur, og tað verður neyvan Mærsk, sum fer at gera stórar íløgur í havn á Drelnesi, hvat teir heldur ikki eiga. Tað verður ein landsuppgáva, og hví fara undir hana, tá vit longu hava gjørt hana á Sundi spyr Poul Mohr.
Mugu taka støðu politiskt
Tað er Finnbogi Arge, landsstýrismaður í Vinnumálum, sum í stóran mun kemur at hava við oljuútgerðarhavnir at gera. Hann sigur, at vit mugu forða fyri, at vit fáa einar 4-5 útgerðarhavnir. -Vit mugu tkaa spurningin upp politikst og spyrja, hvat ein vil og hvat hendir. Finnbogi Arge heldur, at hetta er nakað sum kann eksplodera í øgiligari ferð, og vit noyðast tí at vera vitandi um, hvat hendir.
Skulu vit hava eina ella fleiri útgerðarhavnir. Hetta er tað vit mugu taka støðu til. Verður eingin olja, so standa vit eftir við øllum íløgunum. Finnbogi Arge sigur, at tað er líkavið at útviklingurin er við at yvirhála okkum, og tí má hetta takast upp politiskt alt fyri eitt.
-Er tað vinnulívið sum skal gera av, hvat skal henda ella er hetta nakað, sum politikararnir skulu stýra?
-Hatta er júst spurningurin vit skulu seta okkum. Og vit skulu kann, hvørja avleiðing hvør av hasum spurningum fær. Landsstýrið fer at taka spurningin upp í næstum.
-Skilur tú suðringar, tá teir vilja hava útgerðarhavnina?
-Eg skilji teir væl. Og eg skilji eisini Poul Mohr.