Landskappingin í EFFO-deildini fyri komandi kappingarár er nú klár. Fyrsta umfar verður spælt sunnudagin 1. mars og endar leygardagin 3. oktober, skrivar FSF.fo.
Spælast skulu 27 landskappingardystir, ein Stórsteypadystur, seks dystir í kappingini um Løgmanssteypið, meðan A-landsliðið við monnum hevur seks EM-undankappingardystir á skránni, ið verða spældir í mars, juni, september og í oktober mánaða.
Meistararnir byrja við Margáir
Í samráð við feløgini hevur Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt, at Stórsteypadysturin, sum í ár verður millum B36 og Víking, verður spældur í Havn sunnudagin 22. februar.
Og eina viku seinni, sunnudagin 1. mars er fyrsta umfar í EFFO-deildini á skránni.
1. umfar:
NSÍ - FC Suðuroy
EB/Streymur - B36
Víkingur - ÍF
HB - AB
TB - KÍ
ÍF og FC Suðuroy á ólavsøku
Seinastu árini eru landskappingardystir spældir á ólavsøku, og soleiðis verður eisini ár, tá 18. umfar í Effodeildini 2015 skal spælast.
Fyrsti ólavsøkudysturin verður tó spældur á Argjum 27. juli, tá AB fær vitjan av NSÍ, og sama dag spæla EB/Streymur og KÍ við Margáir, meðan Víkingur fær vitjan av TB. Ólavsøkuaftan tekur B36 ímóti ÍF, meðan HB og FC Suðuroy møtast í Gundadali Ólavsøkudag.
Seinasta umfar í EFFO-deildini verður spælt leygardagin 3. oktober, og tá verður spælt soleiðis:
HB - FC Suðuroy
TB - Víkingur
KÍ - EB/Streymur
AB - NSÍ
ÍF - B36
Øll skráin kann lesast HER