Skriðjulop í Klaksvík rakti nøkur hús

- Ein persónur lá undir skriðjulopinum, men hann er fingin leysur aftur í øllum góðum, sigur løgreglan.

 

Fyrrapartin hevur eitt ógvusligt skriðjulop - ella skalvalop - verið Undir Brúnni í Klaksvík.

 

Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn hevur lopið rakt eini fýra hús og onkran bil.

 

Tíbetur er eingin stórvegis fólkaskaði.

 

- Ein persónur lá undir, tá skriðan kom oman. Hann fekst leysur og varð fluttur á sjúkrahús til kanningar.

 

Vaktleiðarin sigur, at onkur bilur er eisini endaður undir skriðjulopinum.

 

Í løtuni er ikki greitt, um neyðugt verður at flyta fólk í nærmastu húsunum burtur.

 

- Tað fer tilbúgvingarleiðarin hjá Klaksvíkar Sløkkiliði at meta um og taka støðu til, sigur vaktleiðarin.

 

Dagføring 1:

 

Tað seinasta nýggja úr Klaksvík er, at fólk verða flutt úr øllum teimum ovastu húsunum Undir Brúnni.

 

Men, vandin fyri fleiri skriðjulopum í Klaksvík er eftir øllum at døma meira umfatandi í løtuni enn so.

 

- Tí verða fólk, sum búgva í ovastu húsunum bæði undir Klakkinum og Kjølinum biðin um at fara úr húsum sínum. 

 

Dagføring 2:

 

Tað seinasta nýggja úr Klaksvík er, at kommunan heitir á øll fólk, sum búgva á ovastu rekkjunum í Klaksvík, Ánunum og á Norðoyri, um at fara frá húsum.

 

Soleiðis, sum In.fo skilir støðuna í løtuni, verða fólk, sum ongastaðni hava at fara, í fyrsta lagi víst til Badmintonhøllina og KÍ-høllina í Klaksvík.