"Skrik" selt fyri 606 mió.

Tann kendi málningurin "Skrik" hjá norska listarmanninum Edvard Munch, setti nýtt uppboðssølu met, tá hann bleiv seldur á uppboði í New York í gjár. Tað endaliga boðið var 107 milliónir dollarar ella góðar 606 milliónir krónur.

Tað eru fýra útgávur av tí kenda málninginum, og tað var tann einasta útgávan, sum er privat ogn, ið bleiv seld á uppboðnum. Tað var norski handilsmaðurin Petter Olsen, sum seldi málningin, sum pápi hansara hevði keypt fyri meiri enn 70 árum síðani. Petter Olsen sigur, at hann ætlar sær at brúka pengarnar til eitt Munch-savn, sum letur upp á 150 ára føðingardegnum hjá listarmanninum næsta ár.

Heimsins dýrasti málningur er "Kortspælararnir" hjá Paul Cézanne. Kongshúsið í Qatar keypti hann í fjør fyri 250 milliónir dollarar.