Skriva ein "gysara" við Gøtugjógv

- Tú mást lurta fyri at skriva, nerta fyri at skapa formligt og brúka eyguni, um tú vilt tekna.

Listaskúli Føroya vísir á, at tað eru sansirnir, sum eru høvuðsleikarar í verkstovunum.

Nú er Listaskúli Føroya á ferð og fer skúlin til Gøtugjógv í døgunum 26. –28. februar við trimum verkstovum, Sansalig binding (Katrin í Geil), Skriva ein “gysara” (Rakel Helmsdal) og Tekna ein torsk (Janus Dam Guttesen).

- Í tráð við tíðarandan og ynski um tvørfakligt samstarv hava vit sett eitt vikuskifti á skrá, har tríggjar ymiskar verkstovur verða knýttar saman. Umframt dygga frálæru innan sítt egna fak, fáa bindarar, teknarar og søguskrivarar nú møguleika at uppliva aðrar skapandi lærugreinar á felags verkstovu.

Listaskúli Føroya vísir á, at tað eru sansirnir, sum eru høvuðsleikarar í verkstovunum. Hetta er neyðugt fyri at kunna skapa. Tí, tú mást sansa verðina, lurta fyri at skriva, nerta fyri at skapa formligt og brúka eyguni, um tú vilt tekna.

- Leik og lærd eru hjartaliga vælkomin og kunnu vænta sær dygdarfrálæru á høgum støði, har tey allar helst læra nakað nýtt ella gerast enn betur til tað, tey longu duga, siga tey á Listaskúla Føroya.

Lagt verður aftrat, at endamálið hjá Listaskúla Føroya er at veita dygdarfrálæru í øllum listagreinum á høgum støði fyri allar Føroyar. Tí er skúlin á ferð runt alt landið, og hesaferð er tað í Eysturkommunu.