Skriva rokningar við hond

Gjaldskipanin hjá Vágatunlinum er ikki farin at virka enn. Kaðalslit hevur verið, og fólk stendur við gjaldstøðina og steðgar øllum bilum, sum koyra úr Vágum

Vágatunnilin

Vágar:Bilar, sum brúka Vágatunnilin, fá aikki brúkt ætlaðu gjaldskipanina enn. Kaðalslit ger, at skipanin ikki er tilsett, sigur leiðslan fyri Vágatunnlinum.
Tað er hósmorgun, og klokkan er umleið hálvgum tíggju. Tað er kalt uttan fyri tunnilsmunnan. Landsynningurin strýkur norður gjøgnum Vestmannasund og hevur russiskan kulda við sær. Hinumegin er Skælingur hvítnaður í erva, og teir báðir vaktarmenninir, sum standa við støðina og býta rokningar út til bilarnar, trampa í asfaltið og blaka sær, hóast teir eru væl ílætnir.
Teir standa og skriva rokningar til teir bila, sum skulu ígjøgnum tunnilin úr Vágum.
Skipanin er ikki farin at virka enn. Tað er nakað við, at onkur lutur ikki er komin fram, sigur vaktarmaðurin. Tað ber ikki til at gjalda við korti enn, tí ikki er gjørligt at draga kortið ígjøgnum automatina, greiðir hann frá.
Meðan vi práta, koma tveir bilar norðaneftir. Vaktrarmennninir taka hvør sín.
Tann, sum fremri er, kemur heilt fram til støðina, meðan hin verður steðgaður nakað norðari. Hvørgin hevur kubba, og skulu tí báðir í høgru breytina.
?Góðan morgun. Hetta er óført, heilsar væl upplagdi førarin í tí fremra bilinum og spyr, hvussu hann nú skal gera, tí hetta dugir hann ikki at brúka.
Nei, tað kann hann heldur ikki, fortelur vaktarmaðurin honum. Men hann skal fáa eina rokning við sær, sum so kann gjaldast innan tríggjar dagar.
Jú, tað má so bara verða so, tá ikki annað gerst, heldur fryntligi bilførarin, og vaktarmaðurin leggur lepan á rútin og fer at skriva.
Ætlanin ver sjálvandi, at skipanin skuldi rigga beinanvag, men til heilt greitt er, at hon riggar, verður arbeitt upp á hendan mátan, sigur leiðslna fyri Vágatunlinum í tíðindaskrivi.
Í aðrar mátar stendur einki til hjá teimum, sum ikki enn hava fingið kubba, soleiðis at skilja, at tað verður helst ikki í ár, at hann kemur. Tó kunnu tey, sum hava søkt, sleppa at koyra fyri »kubbaprís« frá tí, tey fáa váttan um, at umsókn teirra er móttikin.
Tað er so, at tað vórðu ov fáir kubbar umbidnir úr Noreg. Gravgangur er eftir teimum, og nýggj sending skal fáast. Men tað verður neyvan fyrr enn eftir nýggjár, at teir verða her.
Til ta tíð, mugu fólk, sum hava biðið um hald og fingið váttan um slíkt, koyra sum um tey høvdu kubba. Bilurin verður so avmyndaður og samanborið verður við skrásetingina hjá Vágatunlinum, áðrenn rokningin verður send.
Tey, sum ikki hava hald, skulu koyra til støðina og trýsta á knøttin, sum sigur, at tey skulu gjalda seinni. Rokning verður so útskrivað og send teimum og skal gjaldast á Posthúsinum ella í peningastovni innan tríggjar dagar.