Starvsfólkini hjá FaroeJet vilja ikki hjálpa til at flyta ferðafólkini, sum hava keypt ferðaseðil við FareoJet. Atlantsflog hevur átikið sær at flyta ferðafólkini, men kortini vilja starvsfólkini hjá FaroeJet ikki rætta eina hjálpandi hond.
- Hetta er ein avgerð, sum manningin hevur tikið av sínum eintingum. Hvørki nevnd ella leiðsla hevur nakað við hetta at gera.
- Eg harmist ómetaliga nógv um hesa avgerð. Hetta er sera óproffesionelt av okkara starvsfólkum. Almenna grundgevingin er, at tey eru ikki nóg væl fyri sálarliga til at kunna flúgva. Tað ber tó ikki til at vera beiskur alt lívið, sigur Knút.
Spurdur um hetta merkir, at veruliga orsøkin til, at starvsfólkini nokta at hjálpa til, er ein onnur enn tann, sum tey hava meldað út, sigur Knút.
- Tann kunnu vit so bara gita um. Tað fara eg tó at lata onnur døma um. Eg kann einans siga, at eg eri sera, sera skuffaður av starvsfólkunum. Vit hava eina ábyrgd fyri teimum fólkunum, sum hava keypt ferðaseðil frá okkum, og hesi fólk hava tey svikið, sigur Knút at enda.