Skuffað vágafólk

Tað kom sera óvart á fólk í Vágum, at Vágatunnilin ikki letur upp sum ætlað, tann 26.november klokkan 11. Felagskommunan í oynni hevur í longri tíð fyrireikað fleiri tiltøk í samband við at tunnilin verður tikin í nýtslu, og vinnulív og handlarnir hava eisini bíðað í spenningi sigur Jónhild Jørgensen, forkvinna í Felagskommununi í Vágum.

Vágafólk fingu sum vátan frammaná, tá tey fríggjadagin fingu at vita, at Vágatunnilin ikki verður liðugur til ásettu tíð, so hann kann takast í nýtslu 26.november klokkan 11. Kommunurnar í Vágum høvdu ikki so mikið sum fingið eina ábending um at tunnilin ikki fór at lata upp kortini, áðrenn tað frættist í fjølmiðlunum seinnapartin fríggjadagin. Og tað er ov vánaligt, heldur Jónhild Jørgensen, forkvinna í Felagkommununi í Vágum.
- Eg haldi at tað er ótrúliga óprofessionelt, at leiðslan í partafelagnum tíðliga í summar alment setur dato og klokkuslett á, nær tunnilin letur upp, og so frættist einki aftur fyrr enn nú ein mánað áðrenn tunnilin skal lata upp. At fáa hetta at vita nú er ótrúliga skuffandi, sigur Jónhild Jørgensen.
Forkvinnan í Felagskommununi í Vágum sigur, at síðan leiðslan í P/F Vágatunnilin í summar setti nýggjan dato á, nær tunnilin letur upp, hevur at kalla øll oyggin fyrireikað seg til hetta. Hon vísir á, at í summar varð eitt fólk sett at samskipa øll tey tiltøk, sum eftir ætlan skuldu vera, tá tunnilin letur upp. Hesin samskipari hevur síðan havt fleiri fundir við P/F Vágatunnilin, uttan at tað nakrantíð hevur verið nevnt, at tunnilin møguliga ikki letur upp tann 26.november kortini.
Jónhild Jørgensen sigur, at ætlanin var at hava mentanartiltøk, tónleikatiltøk og átrúnaðarlig tiltøk í samband við ta stórhending, sum fasta sambandið um sundið er fyri vágafólk. Eisini hava handlarnir í Vágum fyrireika seg til at hava leingi opið vikuna, tunnilin letur upp.

Ringast fyri vinnulívið
Jónhild Jørgensen heldur, at tað kemur ringast við hjá vinnulívinum í oynni, at vágatunnilin kortini ikki letur upp tann 26.november. Hon sigur, at dagliga eru langar bíðirøðir til at sleppa við Ternuni um Vestmannasund. Fyri vinnulívið merkja bíðirøðirnar mista inntøku, og tí vóru tíðindini í summar um, hvussu skjótt arbeiðið gekk og framskundaði dagurin, tá arbeiðið var liðugt, góð at fáa hjá vinnuni, sum síðan hevur bíðað í spenningi eftir 26.november. Men fyribils noyðist vinnan at brynja seg við toli, og liva við longu bíðirøðunum.

Fund týsdagin
Dávid Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunnilin, veit framvegis ikki at siga, nær tunnilin verður liðugur. Seinnapartin týsdagin skal leiðslan í P/F Vágatunnilin á fund við umboð fyri NCC og KB El-Teknik, og ikki fyrr enn eftir tann fundin fæst greiða á, nær arbeiðið kann vera liðugt.
Knud Balle, stjóri í KB El-Teknik sigur, at hann væntar, at arbeiðið kann vera liðugt um ikki so langa tíð. Tað hevur verið frammi, at arbeiðið verður ikki liðugt áðrenn marts mánað næsta ár, men Knud Balle metir ikki, at tað fer at ganga so long tíð. Hann metir, at elarbeiðið, sum KB EL-Teknik skal gera, kann vera liðugt væl áðrenn marts mánað. Men eisini hann er varin við at siga nakað ítøkiligt, fyrr enn eftir fundin, sum altso skal vera seinnapartin týsdagin.