Ringan smakk man tað geva avvarðandi skúlamyndugleikum, nú um jóltíðir, at vakna við kaldan dreym og verða kunnaðir um, at ov fáir pengar eru avsettir til læraralønir.
Nú eftir jólafrítíðina hevur tøgn verið millum ymsar bólkar hesum máli viðvíkjandi, og tað harmiligasta av øllum er, at hægsti skúlamyndugleiki okkara vísir seg ikki at megna at greiða hesa uppgávu til lítar, hetta 3. G næmingum til miklan ampa.
Áheitan okkara til tykkum næmingar og avvarðandi, ið eru tikin gíslar í hesum máli er hendan:
Løgtingsval stendur fyri durum, so her er sera góður møguleiki at gera tykkum galdandi. Heitið á hinar flokkarnar á tingi um hjálp, og tann av flokkunum, ið greiðir hetta mál og fær tykkum aftur á skúlabonk, skal fáa góða samsýning ? so góða sum sjáldan áður, tí atkvøðurnar verða nógvar í tali, tá næmingar, systkin, foreldur, ommur og abbar og onnur avvarðandi saman við lærarafólkum, sum jú øll somul væl duga at síggja órættvísu viðferð tykkara, eisini eru við í hesi atkvøðusamsýning til hin hjálpandi flokkin á tingi.
Vónandi fáa tit allir í 3. G húgvurnar í summar og harvið møguleika til víðari útbúgving, hóast henda núverandi sera vánaliga skúlapolitikk landsins.
Bundin er bókleysur maður.
Foreldur at næmingi