Á tingfundinum, sum byrjar klokkan 10 í morgun, fer Hanna Jensen, landsstýrisskvinna í skúlamálum at leggja fram frágreiðing um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil. Tingið fer eisini undir triðju viðgerð av uppskotið hennara um at byggja skúladeplin í Tórshavn, Glasir, lidnan.
Umframt onnur mál, so fer Løgtingið eisini undir fyrstu viðgerð av uppskotinum hjá løgtingsformanninum um at avtaka fólkatingssessirnar.
Um hetta mál hevur løgmaður sagt, at líkamikið, hvat Løgtingið samtykkir, so fer hann einki at gera við hetta mál, tí hesir sessir einans kunnu takast av við eini grundlógarbroyting, sum skal til fólkaatkvøðu.
Skárin fyri tingfundi í dag sær soleiðis út:
Mikudagur, 27. Mars 2019, kl. 10:00:
1. Hanna Jensen, landsstýrismaður í mentamálum leggur fram frágreiðing F-7/2018 sambært § 51. stk. 4 í Tingskipanini um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil.
2. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 107/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Bryggjarí fáa heimild at selja alla framleiðslu sína beinleiðis til tollfríar sølubúðir, proviantering og provianteringsfyritøkur. Harumframt verða gjørdar smærri..
3. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 120/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepilin í Tórshavn lidnan
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
4. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 141/2018: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja húsarhaldsskúla í Klaksvík
5. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 149/2018: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja ítróttaháskúla í Suðuroy
Tingmálini nr. 141 og 149/2019 verða viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina
6. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 169/2018: Uppskot til samtyktar um at taka av føroysku fólkatingssessirnar
Málið verður Rættarnevndina
7. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 172/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leigubilar)
Máið verður beint í Fíggjarnevndina
8. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 170/2018: Uppskot til samtyktar um at seta donsku royndarskipanina við cannabisheilivági í gildi í Føroyum
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina
9. Framløga