Skúlafótbólturin liðugur fyri hetta skúlaárið

Eftir ætlan skuldu seinastu umførini í Skúlafótbólti verða hesa vikuna og í komandi viku

Men korona-støðan hevur forðað hesum – og eru restina av umførunum í Skúlafótbólti 2020/2021 avlýst.

 

– Vit vilja ikki taka óráð fyri, nú korona-smittan er leys í samfelagnum – og meta tað tí heldur ikki verða rætt at skipa seinastu umførini í Skúlafótbólti, har tað dag um dag høvdu verið savnaði fleiri enn 350 skúlabørn, lærarar og foreldur úr øllum landinum, siga fyrireikararnir.

 

– Eins og øll onnur, so eru vit ómetaliga kedd um, at hetta gjørdist støðan. Vit eru tó sera fegin um, at áhugin fyri Skúlafótbólti hevur verið so stórur í ár, tí tað hava ongantíð verið so nógv tilmeldaði til Skúlafótbólt áður.

 

Farið verður nú undir at fyrireika Skúlafótbólt fyri komandi skúlaár, og meiri verður at frætta um mánaðarskiftið august/september, hvussu umførini í Skúlafótbólti verða leikt komandi skúlaár.

 

– Vit kunnu tó longu avdúkað, at spælt verður í Marghøllini, soleiðis at tað ber til at gera nýtslu av kørmunum, sum eru inni á Oyrunum, bæði til fótbólt, klatring, frælsan ítrótt í Marghøllini og svimjing í Páls Høll.