Skúlastýrið á Hadsten Skole í Eysturjútlandi er skelkað og stúrið, eftir at tríggir dreingir í dag vórðu skuldsettir fyri at hava ætlað at fremja eitt yvirgangsálop á skúlan.
Tað sigur formaðurin í skúlastýrinum, Henrik Mørck Mogensen.
– Hetta er framvegis sera nýtt fyri okkum, og vit eru sjálvsagt bæði stúrin og skelkað. Eg eri sjálvur foreldur at einum barni í skúlanum, so tað er natúrligt at vera stúrin, sigur hann.
Í morgin verður kunningarfundur hildin á skúlanum, har umboð fyri løgregluna, Favrskov kommunu, skúlan og skúlastýrið fara at luttaka.
Sambært Henrik Mørck Mogensen hevur løgreglan upplýst, at teir tríggir skuldsettu ikki hava nakað samband við skúlan, og at myndugleikarnir ikki vita, hví júst Hadsten Skole varð vald sum mál.
– Tað kom sum eitt stórt sjokk. Men løgreglan metir framvegis, at eingin vandi er á ferð, og tí mugu vit líta á ta metingina, sigur hann.
Sambært ákæruni høvdu tveir 16 ára gamlir dreingir og ein 15 ára gamal drongur lagt ætlanir um at særa ella drepa fleiri fólk á skúlanum. Ætlanirnar skulu hava verið lagdar gjøgnum samskifti á Discord og Telegram.
Teir tríggir vórðu handtiknir í morgun, áðrenn nakað álop varð framt.
Teir nokta seg sekar.
Favrskov kommuna upplýsir, at eingin av teimum skuldsettu býr í kommununi, og at tað framvegis er ógreitt, hví Hadsten Skole varð vald sum mál.
Undirvísingin á skúlanum byrjar aftur eftir summarfrítíðina 10. august.











