Skuldi drepa foreldrini

Ein 19 ára gomul kvinna í grønlendska býnum Tasiilaq royndi í síðstu viku at beina fyri foreldrunum. Løgreglan sigur, at kvinnan tók fleiri stórar knívar, sum hon royndi at stingja foreldrini við, men tey sluppu kortini við lívinum og vórðu útskrivað eftir stutta viðgerð á sjúkrahúsinum. Tann 19 ára gamla kvinnan er varðhaldsfongslað í fýra vikur, og hon er skuldsett fyri morðroynd.