Skuldi til Afrika endaði í Føroyum

Soleiðis er søgan helst um fyrsta kúhegran, ið nakrantíð er sæddur í Føroyum. Hann var fyrstu ferð sæddur á Viðareiði fyri fýra døgunum síðani og er har enn

Kúhegri er fuglur, ið vanliga heldur til í Suðurevropa. Vanliga eru teir í Spania um sumrarnar, og um veturin plaga teir at halda til í Norðurafrika, so fuglurin á Viðareiði er helst farin eitt sindur av leið.

- Tað kemur meira enn so fyri, at fuglar misstaka seg, og flúgva heilt skeivan veg. Tað er stórur møguleiki fyri, at hesin fuglurin er ein av teimum, sigur Jens-Kjeld Jensen.

Hinvegin er eisini møguleiki fyri, at fuglurin er komin úr USA, tí 27. septembur vóru tveir fuglar av slagnum sæddir í Íslandi. Dagin eftir var annar burtur, og tað er ein lítil møguleiki fyri, at kúhegrin á Viðareiði er annar av hesum.

- Av tí, at teir eru sæddir í Íslandi tríggjar ferðir fyrr, eri eg ikki kløkkur av, at hesin fuglur á fyrsta sinni verður staðfestur at hava verið í Føroyum, greiðir fuglafrøðingurin frá.


Funnin á Viðareiði

Fuglurin, ið er vilstur til Føroyar, varð fyrstu ferð sæddur á Viðareiði av Olavusi Sørensen og í fyrramorgunin tók Tóri Simonsen myndir av honum. Eftir at hava kanna myndina, varð staðfest at talan var um kúhegra og ikki silkhegra, sum er meira vanligur um okkara leiðir. Einasti munurin á fuglunum, er, at silkhegrin hevur svart nev, í mun til tað gula hjá kúhegranum.


Fuglurin er evropiskur

Sambært Jens-Kjeld Jensen er fuglaslagið upprunaliga úr Suðurevropa, men fyri nøkrum árum síðani byrjaðu fuglarnir eisini at nørast í ávísum støðum í Norðurameriku.

Harafturat fortelur ornitologurin í Nólsoy, at fuglaslagið er eitt av teimum, har stovnurin í Heiminum er vaksandi, og økini í Evropa har hann nørist gerst alsamt størri.

Kúhegri hevur fingið navn sítt, tí hann er ofta at finna saman við kríatúrum og serliga kúm.