Skuldi verið farin »all in«

Hann er best kendur sum málverji í føroyskum fótbólti, har hann hevur umboðað feløg sum NSÍ, B68, ÍF, AB, HB og B36. Fyri kortum vann hann yvir eina hálva millión krónur í poker, men kundi havt vunnið meir. Hann er skrásettur fyri ein landsdyst, sum hann ikki hevur spælt. Italskt sjónvarp tók eina ferð hann fyri at vera Atla Gregersen. Hann er nervøsur undan dysti, men við árunum hevur hann fingið betri tamarhald á fjáltrinum. Hann er Tórður Thomsen

Tað er sunnudagur og 26 ára gamli Tórður Thomsen og ein vinmaður sita og slappa av. Teldan er frá og teir spæla poker á netinum. B36 málverjin velur eina ferð seint seinnapartin at melda seg til stóru kappingina við heit­inum »Sunday Million«. Vinn­ingurin er undan kapp­ingarbyrjan yvir eina millión krónur til vinnaran.
Áleið 15 tímar seinni situr Tórður Thomsen sjálv­ur annar eftir við finalu­borið. Avtala er gjørd mill­um spæl­ar­arnar, so tað er minni mun­urin millum vinn­ing­ar­nar, men alíkavæl eru yvir 100.000 krónur á muni at blíva nummar eitt og tvey.
Tórður fær es og níggjur í hondina. Tað endar við, at Tórður velur at »call'a« tað, ið hann sær sum eitt bluff frá hinum. Tað vísur seg tó, at hin hevur rakt eitt par og ferð avstað við høvðus­vinn­inginum.
Tórður vinnur 675.000 krónur, men hóast hann er fegin um vinningin, so iðrar hann seg um, at hann ikki fekk eitt sindur meir.
– Eg skuldi verið farin »all in« á floppinum. So hevði eg ikki tapt handan pottin. Mót­støðumaðurin var ikki nakrar stinnur pokerspælari og eg hevði kunnað vunnið á honum, sigur Tórður Thomsen.
Eisini avgera spælararnir sína millum, tá teir eru seks eftir, at fordeila pengarnar øðr­vísi enn ásett var und­an kappingini. Hetta er ikki óvan­ligt í stórum poker­kapp­ingum.
Hevði Tórður sett seg tvør­an fyri og blivið nummar tvey, so hevði hann eftir upp­runa­ligu ásetingini vunnið um eina millión krónur.
– Tað ber illa til at iðra seg, men tað er so sannleikin, sigur Tórður Thomsen, sum á fyrsta sinni úttalar seg um pokerævintýrið.
Langa náttin gjørdist hend­ingarík, tí Tórður Thomsen fór eisini á fyrsta sinni í køk­in at gera sær eina kannu av kaffe, tí kapp­ingini vardi í áleið 15 tím­ar. Vinmaðurin, Rógvi Høj­gaard, var farin heim, men sat trúgvur og fylgdi við um­vegis Skype.
– Eg havi tað við at blíva ótolin og fleiri ferðir var eg um at geva skarvin yvir, men Rógvi var góður til at práta við meg og fáa meg at halda fokus, greiður ein takksamur Tórður Thomsen frá.
Tórður hevur um hetta mundið búðstað í Danmark og sleppur tí undan at gjalda skatt at vinninginum.
– Eg ringdi til Taks og tey søgdu at eg skuldi gjalda 50 prosent í skatti, men eg hevði búðstað í Danmark og har er ongin skattur av poker­vinn­ingum, greiður Tórður frá.
Pengarnir hava ikki broytt lívið hjá Tórði nakað.
– Eg havi bara goymt peng­arnar og liva akkurát sum eg gjørdi áðrenn, sigur Tórður Thomsen, og leggur afturat, at í longdini skalt tú verða glað­ur um tú klárar at halda saml­aða rokniskapin í javn­vág.

Útispælarin sendur í mál
Tórður er føddur í Sumba og býr har fyrstu fimm ár­ini. Síðani gongur leiðin til Dan­markar. Komin aftur til Føroyar flytir hann til Runa­víkar. Hann byrjar at spæla við NSÍ. Hann er útispælari fyrstu árini, men hóast hann hevur høgar tankar um seg sjálvan, so er venjarin ikki altíð samdur.
– Eg helt at eg var guds gáva til miðvøllin, men Meinhard Dalbúð, sum var venj­ari hjá okkum, sendi meg í mál, greiður Tórður frá.
Hann er skiftivís fyrsti og annar málmaður, men hevur als ikki tol at sita á bonkinum. Tá hann endar á bonkinum smidar hann handskarnar og fer út at spæla.
Tað er ikki fyrr enn í ung­lingadeildini, at Jens Martin Kundsen fær vissa Tórð um, at tað er í málinum, at hann hevur eina framtíð.
Tað ganga eini tvey ár, har hann kempar um at vinna plássið undir liðini á Jens Martin á besta liðnum hjá NSÍ. Hann verður eisini út­leig­aður til ÍF, B68 og AB.
Í 2007 vinnur NSÍ meist­ara­heitið, men Tórður fær bara tveir dystir tað árið. Árið eftir er ongin Jens Martin og Tórður vinnur sær fast pláss á besta liðnum.

Stóra árið blivur ikki til nakað
Árið eftir, í 2009, skuldi verða tað heilt stóra árið. Tórður hev­ur júst spælt eitt heilt kappingarárið fyri NSÍ, og nú vil málverjin sleppa út um landoddarnar.
– Eg bíðaði og bíðaði, men einki hendi. Eg vandi tríggjar ferðir um dagin og var klárur at taka móti avbjóðingini, sig­ur Tórður Thomsen, sum endar við at venja við NSÍ, har hann eisini situr á bonk­inum.
Í dysti móti AB verður mál­verjin hjá argjamonnum illa skaddur. Allan Mørkøre, venj­ari hjá AB, er skjótur yvir at tosa við Tórð. Hann yvir­talar málverjan at koma til AB. Har spælir Tórður til á sumri í 2010, tá hann skiftir til HB í eitt hálvt ár.
Síðani gongur leiðin aftur til Toftir, men árið hilnast ikki væl. Tórður er nakað troytt­ur av fótbólti og flytur nið­ur at ganga í skúla.
Hann spælir í B1908 har Øssur Dalbúð og Christian Høgni Jacobsen eisini spæla. Tórður vinnur sær skjótt fast pláss, men hugurin er ikki til fót­bólt.
– Eg skuldi ikki verið givin í B1908. Tað iðri eg meg eitt sindur um í dag, sigur hann.
Undan hesum kapp­ingar­árinum sigur hann nei til at fara til ÍF, men ein mánað seinni er støðan broytt. Í tele­fon­ini er Mikkjal Thomassen, venjari hjá B36, og hann hev­ur góðar talu­gávur.
– Eg visti beinanvegin, at eg vildi verða ein partur av projektinum hjá B36, tá eg tosaði við Mikkjal, geiðir Tórður Thomsen frá. Málmaðurin trívist væl í felagnum.

Fjáltur undan steypakappingini
Sum bara 18 ára gamal stend­ur Tórður Thomsen í mál fyri ÍF, tá teir í steypakappingini spæla móti GÍ. Tórður er so nervøsur sum ongantíð fyrr. Serliga ræðist hann skotið hjá Súna Olsen. Atli Gregersen er heldur ikki seinur at prika til unga málverjan, tá GÍ longu aftaná tríggjar minuttir fær fríspark.
– Atli kom yvir til mín og sigur at nú má eg ansa mær. Eg klári akkurát at bjarga frí­sparkinum. Aftur hevur Atli eina viðmerking um at hatta var nær við, greiður Tórður frá og leggur afturat, at tað er deiligt at síggja, at Atli einki er broyttur tann dag í dag.
Tórður hevur eisini síðani verið spentur til dyst. Hann er á landsliðnum, tá Føroyar vitjar í Italia og tapur 5-0. Stutt fyri tíð fær Gunnar Nielsen skaða, og líkt er til, at Tórður skal inn.
– Eg bleiv so fjálturstung­in, at eg kláraði ikki at binda liss­ur­nar á gaggunum og endaði við at hita upp í hin­um endanum av vøllinum – aftan­fyri málið hjá Italia. Tað plaga spælararnir at grína eftir, sigur Tórður Thomsen, sum ikki kom inn, tí Gunnar var førur fyri at spæla víðari.
– Eg blívi altíð spentur undan dystum, men í dag dugi eg betri at hava tamar­hald á støðuni, sig­ur Tórður um at blíva ner­vøsur undan dysti.

Tórður sum Atli Gregersen
Eftir umtalaða dyst­in móti Italia er italskt sjónvarp sera áhuga í at fáa eina við­merking frá Tórði.
– Eg visti ikki betri og segði ja. So tosaði eg við teir og hugsaði ikki meiri um tað, sigur Tórður Thomsen.
Tað er ikki fyrr enn hann sær samrøðuna í sjón­varp­inum, at hann finnur útav, at tíðindamaðurin hevur tik­ið feil av honum og Atla Gregersen.
– Undir myndini av mær stendur navnið á Atli Gregersen, sigur ein flenn­andi Tórður Thomsen.
Eftir dystin helt táverandi landsliðsvenjarin, Brian Kerr, eina langa og hvassorðaða røðu í skiftirúminum. Álvarin er ikki at taka feil va, men stuttligt viðmerking frá Jann Inga Petersen fær málverjan at flenna hart.
– Hann teskaði mær okkurt í oyra og eg fór at flenna. Brian Kerr bleiv í øðini og helt eina nýggja røðu. Tað var ikki tí eg ikki sá álvaran í støðuni, men hatta var nokk bara mín máti at takla allar nervarnar, sigur Tórður.

Skrásettur fyri ein landsdyst – sum hann ikki hevur spælt
Tá Føroyar í 2010 spældi venj­ingardyst móti Skotlandi í Aberdeen var Tórður Thomsen eisini í hópinum. Hóast hann sat á bonkinum all­an dystin, so kom óskil á dystar­frágreiðingina hjá onkrum av miðlunum, tí teir fingu tað til, at Tórður var komin inn fyri Gunnar í seinna hálvleiki. So var ikki, men tað steðgaði ikki vin­fólk­um og kenningum at senda honum heilsur.
– Eg veit ikki hvar tað kom frá, men fleiri staðni standi eg skrásettur fyri at hava spælt ein landsdyst, sum eg also ikki havi spælt, sigur Tórður Thomsen.
Spurningurin er so um Tórður Thomsen nakran­tíð sleppur at spæla ein skrá­settan dyst fyri lands­liðið?

- - -

Fakta:

Kristian Kári Tórður Thomsen

Føddur: 11. juni 1986
Unnusta: Paula í Frammistovu

Yrkisleið:
2003-09: NSÍ
2005: ÍF (Útleigaður)
2006: B68 (Útleigaður)
2007 AB (Útl., 1 dyst)
2009-10: AB
2010: HB
2011: B68
2012: B1908 (Dk)
2012: ÍF
2013- B36